Frá heimastýri til fullveldi ? II

Í fyrru grein míni við somu yvirskrift sum hendan vísti eg á, at vi einum "loysingarmanifesti", sum samgonguflokkarnir lótu ber í hvørt hús í Føroyum , er fráboðað., - hvussu vit føroyingar skulu

Skræða okkum úr 600 ára gomlum "trælaoki".

 

Sterkasta og einasta vápn, ið hesir flokkar ráða yvir, er at avtaka tær veitingar úr Danmark, sum eru ætlaðar sjúkum, avlamnum, gomlum og lesandi ungdómi okkara.

Í hesum nevnda manifesti er fráboðað, at longu í ár 2000 skal meira enn 2/3 av nevndu ríkisveitingum ikki nýtast til endamálið, men heldur goymast í eini samansparing, sum skal nýtast um búskapurin verður fyri afturgongd.

Nú tann almenni landskassaroknskapurin fyri á 2000 fyriliggur, ber til at kanna hvussu "samansparingin" av tí donsku veitingini til ringar tíðir hilnaðist. Sambært roknskapinum fekk landskassin fylgjandi veitingar úr ríkiskassanum:

Milliónir Kr.

  > Heildarveiting (blokkurin) 950

  > Endurgjøld 15

  > Landskassans partur av yvirskotið Nationalbankans 25


  Tilsamans 998 Mio. Kr.


Av hesum hava vit fingið at vita, - er meira enn 2/3 ella í minsta lagi 67% goymt í eini samansparing, men hvussu hetta er "mingilerað", kunnu einans loysingar- ella onnur forsligin høvd greiða okkum frá, tí meðan 67% av ríkisveitingunum gevur 670 milliónir, so var landskassans yvirskot, - tá skuldin uppá 4,5 milliardir til ríkiskassan var niðurgoldin við 131,5 mio. , 470 mio kr. ella 47% av tí, ið skuldi goymast undir væðingini.

Fyrsta uppsparingarárið vísir eftir øllum at døma hall uppá 200 milliónir, og hvussu skilið verður ár 2002, nú 356 milliónir av blokkinum eru tveittar á bláman og nýggj málsøki verða yvirtikin, dugir hvørt mannsbarn at rokna út.

Úrslitið av loysingaroasuni verður soltið.

Góðu suðringar, latið okkum geva áganginum og ørskapinum, sum hóttir okkara vælferðarsamfelg og eina mannsømiliga tilveru á okkara oyggjum , ein undir vangan og útihýsað hesum kenslu - og sálarleysa frælsið, sum vil trælabinda okkum og komandi ættarlið.

Fari á mannsterk á val tann 20 novembur og seti X við sambandslistan.