Fríhandil við USA kann gerast veruleiki

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Uttanríkismálum, og amerikanski ráðharrin fyri heimshandil, Ronald Kirk, hava avrátt at fara undir tilgond fram móti fríhandli millum Føroyar og USA. Uttanríkisráðharrin er á vitjan í Washington og hevur hósdagin hitt amerikanska ráðharran fyri heimshandil Ronald Kirk. Avrátt varð at fara undir eina tilgongd, sum miðar ímóti einum rammusáttmála um handil og íløgur, Trade and Investment Framwork Agreement, sum fyrsta stig fram ímóti fríhandli.

- Føroyar hava ongan fríhandilssáttmála við USA. Tískil kann ein gongd ímóti fríhandli verða serstakliga fremjandi fyri at økja um handilin millum londini. Hendir tað, fara føroyskar vørur tollfrítt inn á amerikanska marknaðin og amerikanskar vørur tollfrítt inn á føroyska marknaðin, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, sum sær stórar avbjóðingar fyri framman, um Føroyar fáa tollfría atgongd til hendan stóra marknað uppá góðar 300 milliónir íbúgvar.

Á fundi við Jim Adams varaforseta í Heimsbankanum var avrátt, at Føroyar verða bjóðaðar til árliga fundin við oyggjaríki, har menningartiltøk verða viðgjørd.

Eisini hava fundir verið við umboð fyri amerikanska uttanríkisráðið, Umboðsmannatingið, Senatið og serkønar í uttanríkishandli.

Harumframt hava trygdarspurningar í Norðurhøvum og nýggjar siglingarleiðir í Arktis verið umrødd. Í hesum sambandi verður fundur fríggjadagin við amerikanska verjumálaráðið, Pentagon.