Fríhandil og alheimsgerð avgerandi fyri búskaparligan vøkstur

Seinnapartstorgið í Visjon 2015 ætlanunum var um alheimsgerð. Strategibólkurin vísti á týdningin av limaskapi í altjóða felagsskapum og at hava sáttmálar við onnur lond. Viðurskiftini í Føroyum vórðu umrødd og eisini føroyska umboðanin í útlondum var havd á lofti


Seinnapartin mánadagin var Visjónstorg fyri alheimsgerð hildið á Hotel Føroyum. Strategibólkurin hevðu sum yvirskipað mál, at Føroyar skulu vera millum tey lond, sum í uttanríkissamvinnu á fjøltáttaðum grundarlagi vinna sum mest í heiminum í mun til íbúgvaratalið
Eisini setti strategibólkurin fram ítøkilig mál um, at Føroyar innan fyri eitt ávíst áramál hava fingið limaskap, atlimaskap og gjørt sáttmálar við lond og felagsskapir, soleiðis at týðandi forðingarnar fyri samhandli millum Føroyar og onnur lond eru burtur.
Kortini vóru tað ikki øll, sum vóru samd við strategibólkin um, at teirra visjónir nú vóru rættar ella ikki nóg ambitiøsar. Millum annað Høgni Hoydal var atfinningarsamur mótvegis bólkinum, og hansara viðmerkingar kunnu lesast aðrastaðni á síðunum.
Løgmaður helt hinvegin, at uppleggið var gott og at bólkurin hevði gjørt eitt gott arbeiði.
- Hetta er eitt gott pappír, og tað mest gleðiliga í øllum hesum er, at tað er gongd í næstan øllum nevndu málum, segði Jóannes Eidesgaard
 
Limaskapur í altjóða felagsskapum
Eftir at hava greitt frá yvirskipaða málinum hjá bólkinum, fór Herálvur Joensen at greiða frá limaskapi í altjóða felagsskapum og sáttmálar við onnur lond.
Fyrsti nevndi limaskapur var EFTA. Bólkurin vónaði, at Føroyar í 2009 høvdu fingið limaskap har.
Herálvur Joensen greiddi víðari frá ørðum sáttmálum og limaskapum, sum Føroyar skulu hava sum mál at røkka.
Longu í 2008 eiga vit at hava fingið limaskap ella komin í eygleiðarastøðu hjá WTO, sum skal tryggja Føroyum innlit og royndir, har heimsfatandi reglur um samhandil og búskap verða tilevnaðar.
Somuleiðis í 2008 skulu vit helst hava fingið atlimaskap í FAO, sum er matvøru og landbúnaðar felagsskapurin hjá ST.
Í 2009 er málið at hava fingið atlimaskap í UNESCO, og í 2010 skulu Føroyar hava fingið ein yvirskipaðan sáttmála við ES í lag, um tey fýra frælsini og onnur samstarvsøki.
Eisini er 2010 árið, har Føroyar skulu hava fingið eygleiðarastøðu í OECD.
Her segði Herálvur Joensen sjálvur, at tað kanska var í so nasadjarvt av bólkinum at seta sær tað sum mál, men segði hann samstundis, at tað var nakað Føroyar eiga at miða fram ímóti.
 
Tvískattaavtalur
Føroyar hava í dag tvískattaavtalur við tilsamans níggju lond. Tað eru øll Norðanlondini og so India, Eysturríki og Sveis.
Í løtuni verður arbeitt við at fáa eina tvískattaavtalu við Ongland, men hetta tekur tíð. Bólkurin vísti á, at hetta er eitt arbeiði, ið vit eiga at halda áfram við og eisini eiga vit at senda fleiri umsóknir avstað.
Óli Breckmann vísti í hesum sambandi á, at tá arbeiði við at fáa tvískattaavtalur í lag er so drúgt, so áttu vit at arbeitt fyri at fingið avtalur við lond, sum Danmark longu hevur avtalur við framman undan.
Síðani nevndi bólkurin, at Føroyar skulu hava ein meiri skerpaðan uttanríkisprofil. Her spurdi Høgni Hoydal um, hví vit ikki seta á stovn eitt føroyskt uttanríkisráð við einum landsstýrismanni. Jóannes Eidesgaard svaraði honum og segði, at hann helt tað ikki vera bestu loysnina, tí júst har hevur løgmaður størst tyngd, var hansara meting.
 
Føroysk umboðan í øðrum londum
Sum eitt síðsta punkt á skránni nam bólkurin við týdningin av føroyskari umboðan í øðrum londum.
Bólkurin vísti á, at Føroyar sjálvsagt ikki kunnu hava umboð og sendistovur í øllum londum, men segði, at vit skulu vera umboðaðar í londum, ið hava størstan vinnuligan, búskaparliga og politiskan týdning fyri Føroyar.