Fríhandil nærkast

Í nøkur ár hevur verið arbeit við at skipa teir báðar amerikonsku heimspartarnar sum eitt fríhandilsøki, og arbeiðið gongur nú so væl, at fríhandilin kanska verður veruleiki innan ársskiftið, sigur meksikanski fíggjarmálaráðharrin, Fernando Canales.

Ósemja hevur verið ímillum tey norðuramerikonsku og tey suðuramerikonsku londini, men týsdagin løgdu USA, Meksiko, Kanada, Kili og Costa Rica eitt semingsuppskot fram. Sambært meksikanska fíggjarmálaráðharranum er ósemja um útflutningsstuðul til ymsar vørur, men hann væntar kortini, at tað fer at bera til at finna eina semju.

Undir samráðingunum um fríhandilin hevur ósemja verið ímillum USA øðrumegin og Brasil og Argentina hinumegin. Tey bæði suðuramerikonsku londini vilja vera við, at USA hugsar ov nógv um egin áhugamál, og tey hava gjørt greitt, at tey fara ikki at slaka fyri krøvum úr Washington.