Fráhaldsráð Føroya stovna

.

Týskvøldið 12. mai var eitt nýtt fráhaldsráð stovnað. Tað eru teir tríggir felagsskapirnir Blái Krossur Føroya, IOGT og Adventistasamkoman, ið hava tikið seg saman og stovnað Fráhaldsráð Føroya (FRF).


Stovnandi aðalfundur av einum nýggjum Fráhaldsráði varð hildin týskvøldið 12. mai, har umboð fyri teir tríggjar felagsskapirnar Bláa Kross Føroya, IOGT og Adventistasamkomuna vóru til staðar.

Fráhaldsráð Føroya (FRF) er ein samstarvsfelagsskapur fyri skipaðu og sjálvbodnu Fráhaldsfeløgini í Føroyum. Endamálið við Fráhaldsráðnum er at virka sum bindilið, og at savna og styrkja fráhaldsfeløgini í landinum. Umboða limafelagsskapirnar, menna samstarvið og sínámillum fatan millum limafelagsskapirnar og fráhaldsfólkið í Føroyum. Fráhaldsráð Føroya vil eisini virka fyri at skapa almennan áhuga fyri fráhaldsmálum og fráhaldsarbeiði millum børn, ung og vaksin, og soleiðis eggja fólki til at taka lut í tí fráhaldspolitiska arbeiðinum.

Til tess at leiða tað dagliga arbeiðið í Fráhaldsráðnum, valdi aðalfundurin eina starvsstjórn við einum limi úr hvørjum felagsskapi og tveimum eykalimum. Fyri IOGT varð valdur Jóhan Petur Petersen. Fyri Bláa Kross Ásbjørn Jacobsen og fyri Adventistasamkomuna Jens Vilhelm Danielsen. Eykalimir eru: Alfred Petersen (Blái Krossur) og Magnhild H. Andreasen (IOGT).

Starvsstjórnin skipaði seg beint eftir fundin við Ásbjørn Jacobsen sum formanni. Jens Vilhelm Danielsen sum næstformanni og Jóhan Petur Petersen sum kassameistara og skrivara.