Heidi Petersen, løgtingskvinna
????
Til eina fíggjarlóg hoyrir eisini ein yvirskipaður politikkur, ein politisk raðfesting og nøkur innsatsøki, sum tingið kann viðgera og siga sína hugsan um, so landsins leiðsla veit, hvat hon hevur at halda seg til í komandi tíðum.
Í so máta er onki at hóma í hesum fíggjarlógaruppskotið fyri 2005. Mest leysir endar og ymisk signal úr ymsu stýrunum. Her vanta visiónirnar, her vanta grundgevingarnar og her vanta tey politisku mál, ætlanin er at røkka.
Fólkaskúlin
Fólkaskúlin hevur fingið játtan um fleiri pengar í komandi ári, og er tað at frøast um, men vit vanta framvegis eitt orðaskifti um innihaldið í fólkaskúlanum. Hvørji krøv seta vit, hvat vilja vit við fólkaskúlanum og hvussu kunnu vit alla tíðina menna skúlan, soleiðis at hann er tíðarhóskandi?
Kundi hugsað mær at spurt landsstýrismannin í mentamálum eitt nú, hvussu nógvar fleiri undirvísingartímar fáa vit til næmingar við at økja játtanina til fólkaskúlan við hesum 7 mió. kr.?
Nær sleppa vit at tosa um innihaldið í skúlanum og ikki bert um kr. og oyru?
Mentunarnevndin var á vitjan í Álandi í síðstu viku. Vitjaði m.a. ein vanligan fólkaskúla í Mariehamn við 260 næmingum frá 1. til 6. flokk. Pedagogiska grundarlagið undir allari undirvísingini var tann vitanin, sum heilagranskarar hava víst á, at "Hippocampus" - tann parturin av heilanum, sum stendur fyri allari vitanini - er stýrdur av lysti ella hugi. Tað er væl ikki so ókent, at so er, men í Álendska skúlanum hava tey til fulnar tikið avleiðingarnar av hesi vitan og hava skipað alla undirvísing við hesum fyri eyga.
Á fíggjarlógini eru avsettar stórar upphæddir til íløgur í skúlar kring landið. Hetta er í góðum samsvari við tað ætlan, undanfarna samgonga stakk út í kortið, og eri eg sera fegin um, at hildið verður fram eftir sama leisti: Fiskivinnuskúlin í Vestmanna og Tekniski skúli í Klaksvík við 3 mió., skúladepilin í Markangili við 6 mió. og Miðnámsskúlin í Vági við 23 mió. Men her restar í. Hvar er Lista- og ítróttarskúlin í Sandoy vorðin av? Ella er hetta ein beinleiðis ábending um tað visiónsloysi, henda samgonga stendur fyri? Ber tað í veruliga til at útihýsa eini heilari oyggj frá sam-felags-menningini?
Eisini her er tørvur á einum orðaskifti um inni-hald á hesum skúlum. Men gott í teg, landsstýrismaðurin, lat ikki sjónarringin vera so trongan, at hann bert vendir í ein landsynning. Lat hann fara um allan sjónarringin!!!!!
Eg meini við, at ikki nýtist okkum at finna uppá alt sjálvi, men eiga heldur nýta góðar royndir frá øðrum og laga tær til okkara viðurskifti, bæði við fíggjarligum og landafrøðiligum atliti. Vit hava fáar og smáar eindir, sum liggja spjaddar landafrøðisliga. Hevði ikki verið skilagott at skipa ein felags pall fyri allar útbúgvingarnar? Leggja vit í dag nóg stóran dent á, at vit eiga at útbúgva fólk til eina produktiva vinnu? Hava vit tey útbúgvingartilboðini, sum eru viðkomandi fyri Føroyska samfelagið? Her er ríkiligt at tríva í.
Gransking
Síðani komi eg til granskingina. Eisini her er stór signalørkymlan. Eg eri samd við landsstýrismann-inum í fíggjarmálum, tá hann førir fram, at best er at savna allar játtanir til gransking á einum stað, so mest fæst burtur úr. Tað frøddi meg eisini, tá løgmaður bar hetta sjónarmið fram og eftir míni fatan játtaði, at nú skuldi vend koma í. Menn gakk, orð og orð og ongin handling. Vónbrot. Um politiskur vilji var til staðar, eru amboðini til at samskipa granskingina longu tøk.
Vit hava granskingarráð og granskingargrunn, sum hoyra undir mentamálaráðið. Teirra játtan er skorðin við 800.000 kr. í mun til 2003. Hetta er ein skerjing upp á 12% í sama andaleypi, sum øll tingmanningin eins og landsstýrismenn ásanna, vilja, royna og hava sæð ljósið við miðvísari vinnugransking. Her er so stór andsøgn, at tað gest rætt og slætt margháttligt. Men tað er ikki nóg mikið við tí. Vinnumálaráðið hevur sett av til granskingarlund, sum tað so fínt eitur, 500.000 kr.
Fiskimálaráðið hevur ikki færri enn tríggjar granskingarkjarnar hvør við sínum deildarleiðara, og omaná teimum einum samskipara. 3,45 mió. kr. Hvussu í allari verðini skal hetta kunna menna nakra vinnu. Peningurin verður etin upp av berari umsiting.
Nei, tá landsstýrismenninir ikki megna at savna granskingina undir einum hatti, skal eg heita á fíggjarnevndina og tingmanningina hjá samgonguni um av álvara at fáa ruddað upp á hesum øki. Savnið peningin í Granskingargrunnin. Tað verða 8 mió. kr. samanlagt. Hetta er sjálvandi alt ov lítið, men nýta vit hugskotið hjá Finni Helmsdal, og ístaðin fyri at geva skattalætta til tey hægstløntu at nýta 30 mió. kr. til vinnugransking afturat hesum 8 mió. kr. Við tí kunnu vit siga, at vit eru byrjað at satsa.
Málið eigur sjálvsagt - innan eitt ávíst áramál, t.d. 10 ár - at vera tey 3% av BTÚ, sum onnur framkomin lond eisini nýta til gransking.
Fiskivinnan
Innan fiskivinnuna eru sjálvandi eisini nógvir tættir at viðgera. Henda fastlæsta skipanin við, at nærum øll framleiðsluvinnan innan flakaframleiðslu liggur sum ein sera stórur almennur klumpur, har skipanin í sær sjálvum ger hann ódynamiskan og menningartarnaðan. Skal føroysku flakavinnuni vera lív lagað, er neyðugt at broyta skipanina við almennu ognini í henni. Stig eiga at verða tikin til at sundurliða Framtaksgrunn-in, soleiðis at einskiljingin av ognunum kann byrja - ongantíð ov skjótt.
Nevndi í gjár undir hvørjum treytum ætlanin var at veita stuðul til rækjuvinnuna, men eg vil endurtaka tað her í beinleiðis spurningi til landsstýrismannin í fiskivinnumálum: Hvørjar treytir er ætlanin, at rækjuvinnan skal lúka, áðrenn hon fær skattaborgarans pening? Eru tankar gjørdir um ognarviðurskifti, egin-peningsviðurskifti, virði í flotanum, avkast o.s.fr.?
Í staðin fyri at stúra fyri kreppu, gerið so heldur hóttanarstøðuna til ein møguleika. Gerið nøkur ítøkilig vinnupolitisk átøk, og Tjóðveldisflokkurin vil til fulnar stuðla hesum. Her er nóg mikið at taka til. Lat meg nevna nøkur:
?Vinnugranskingin
?Útvegan av veiðimøguleikum aðrastaðni
?Loftvegis fiskaflutningur
?70.000 t. svartkjaftur sum gjald fyri veiðimøguleikar býtt til alla vinnuna, og ikki sum studningur til 4 reiðarí
?vinnuráð ella hugskotsbanki
?útflutningsgrunnur til marknarføring av føroyskum tónleiki
?ígongdsetarastuðul
?einskiljing av almennum ognum
Farið til verka! Vit vilja vera við til at gera hóttan til møguleika.