- Ger so væl. Her er ein brellbiti uppá lívið í Føroyum!
Jú, hýrurin á LIVA í Klaksvík er góður og í útoyggjabásinum bjóða tey alt frá heimagjørdari rabarbusaft til vælsmakkandi grindafrikadellir.
Men ert tú meira til saltfisk, sushi ella hýsubitar, so eru ráð fyri tí. Á LIVA tiltakinum kanst tú lata teg freista av spennandi pinnamati og
alskin dygdarvørum. Og tá eygu og gómi hava fingið nokk, so eru áhugaverdir fyrilestrar og tónleikur á skránni. Talan er um vælveru,
lívsstíl og heilsu fyri tann sum er góður við seg sjálvan og onnur. Høllin er serstakliga prýðiligi og tilboðini áhugaverd og fjølbroytt.
Og sum eina stóra eykagávu til øll vitjandi er fløguaktuelli, Hanus G. Johansen, eisini á røttum staði í dag.
Hann fer gjøgnum dagin at trína pallin og til stóru konsertina seinni í kvøld, fer hann syngja nakrar av sínum allarbestu sangum.










