Frágreiðing um fjarhitaveiting og sambandsgnýst

Aftursvar til Schumann Hjaltalin

Býráðið eigur helvtina av P/F Fjarhitafelagnum, ið veitir hita til flestu av húsunum í Hoyvíkshaganum. Nýtarnir av fjarhita eru sera ónøgdir. Býráðið hevur kravt, at húsini í Hoyvíkshaganum skulu verða íbundir fjarhitaskipanini. Tí fáa vit byráðslimir manga skoluna frá íbúgvum har. Er ákoyringin á okkum røtt ella ikki ? Fyri at fáa svara tí spurninginum, mugu vit býráðslimir vita hvat ónøgdin hjá fjarhitanýtarunum snýr seg um. Tá eg sigi vit, meini eg allir býráðslimir, eisini sambandsumboðini í býráðnum.

Av tí at ein heilur býarpartur er ónøgdur við eina veitan, ið býráðið varar av, dittaðu vit í fólkaflokkinum okkum at spyrja, um býráðslimirnir ikki kundu fáa eina frágreiðing.

Tað toldi sambandsflokkurin ikki. Í hvussu er fekk onkur av teimum ógvuliga ilt av, at fólkafloksins fyrispurningur til býráðsformannin, var kunngjørdur í fjølmiðlunum. Hvør skal siga, tað er bert sambandsflokkurin, ið kann varpa fyrispurningar út til almenningin.

Dømi 1 : Kommunusamskipan Føroya hevur fund, har møguleikin at privatisera SEV verður umrøddur. Sambandsflokkurin á gosi, og letur útbasunerað í allari føroysku pressuni, at teir krevja eyka býráðsfund fyri at fáa at vita hvat fyriferst. Eyka býráðsfundur verður hildin, og hvat?

Jú, sambandsflokkurin samtykkir at Kommunusamskipan Føroya skal halda fram við at kanna møguleikan at privatiserað SEV !!!

Dømi 2 : Pressan veit at siga frá, at Tórshavnar Kommuna skal fáa eina snarskivu. Og fyri at greiða borgarunum frá, hvat snarskivan er, vil kommunan nýta rættuliga nógvan pening til eina lýsingarherferð. Sambandsflokkurin aftur á gosi, og letur fyri aðru ferð borgaranar, gjøgnum føroyska fjølmilaheimin, vita, at teir høvdu kallað saman til samgongufund um oyðsli til snarskivuherferðina hjá býraðsformanninum. Samgongufundur hevur verið, og hvat ? Jú, tveir dagar seinri kom snotilig avís í hvørt húsarhald í kommununi um snarskivuna.!!!


Vinarliga


Jan Christoiansen, býráðslimur


NB.


Góði Schumann

Tá vit seta fram ein spurning og skriva: serliga um samskiftið millum brúkararnar av fjarhita og felagið ikki er nøktnandi, merkir tað ikki, sum tú skrivar: at P/F Fjarhitafelagið ikki er nøktandi.