Frágreiðing fríkennir stýrisformannin

Landsstýrismaðurin við Mentamálum hevur fingið eina frágreiðing frá síni umsiting um Nýggjárssendingina. Frágreiðingin nemur við eina røð av kritikkpunktum, sum frammanundan vóru kend. Men frágreiðingin góðtekur leiklutin hjá Rúna Heinesen, stýrisformanni, sum visti, at kringvarpslógin fór at verða brotin, tá Nýggjárssendingin fór í luftina

Umsitingin í Mentamálaráðnum hevur latið landsstýrismanninum tíggju síður, har tey gera sínar viðmerkinngar til Nýggjárssendingina. Landsstýrismaðurin hevur higartil verið ógvuliga fáorðaður um nógv umrøddu og útskeldaðu nýggjárssendingina, sum Fjølvinna framleiddi saman við Kringvarp Føroya.
Men við frágreiðingini, sum landsstýrismaðurin fekk handaða tann 30. januar, ásannar Mentamálaráðið, at ávísir trupulleikar vóru við sendingini. Men hetta er ásannanir við stórum fyrilitum:
»Tað, sum fýlst kundi verið á, er, at Kringvarpið annað árið á rað ikki fyrireikar eina tílika
nýggjárssending í góðari tíð, bæði hvat viðvíkur avtalum og innihaldi. Eitt annað er vantandi
skrivligar mannagongdir í sambandi við útveiting av uppgávum, eitt nú ásetingar um, hvussu
farast skal fram, tá ið uppgávur verða útveittar«, stendur at lesa á síðu tvey í ”Frágreiðing til landsstýrismannin í samband við at Kringvarp Føroya valdi at útveita nýggjárssendingina 2013”, ið frágreiðingin eitur.
Greitt er, at endaliga avtalan millum Fjølvinna og Kringvarp Føroya ikki varð undirskrivað fyrr enn 23. desember. Men longu tann 15. november kundi Dia Midjord boða frá, at »Nýggjárssendingin verður endurtikin«, sum tað æt í yvirskriftinum í tíðindaskrivinum, ið Kringvarpsstjórin sendi landsins fjølmiðlum.
- Aftur í ár sendir Kringvarp Føroya nýggjárssending beinleiðis av Hotel Føroyum í samstarvi við eitt privat framleiðslufelag, ljóðaði tað í skrivinum. Eitt slíkt skriv ber bara til at senda út, um tú hevur verið í eini tilgongd áðrenn, har partarnir eru vorðnir samdir um grundleggjandi treytirnar fyri samstarvinum. Og tað vóru partarnir tann 15. november.
Spurningurin er so, um hálvurannar mánaður ikki er nóg mikið av tí at fyrireika eina sjónvarpssending? Serliga tá talan er um neyvt somu fólk, sum framleiddu somu sjónvarpssending árið fyri. Men tað nevnir frágreiðingin einki um.

Reglur og siðir
Frágreiðingin staðfestir, at tað er Dia Midjord, ið hevur evstu ábyrgdina av teimum avtalum, ið Kringvarpið ger við undirveitarar sum til dømis Fjølvinnu og Kára Durhuus.
»Tað er upp til kringvarpsleiðsluna til eina og hvørja tíð at stýra stovninum, herundir eisini at
gera tær avtalur, sum leiðslan metir vera neyðugar til tess at reka eitt gott kringvarp og at tryggja,
at hetta verður gjørt innan fyri teir karmar, sum lóggávan ásetur um góðan fjølmiðlasið og public
service-skyldur«.
Greitt er tó, at bæði kringvarpslógin og reglurnar um góðan fjølmiðlasið vórðu brotnar í sendingini. Evsti ábyrgdari fyri Kringvarp Føroya er kringvarpsstýrið. Og stýrisformaður er Rúni Heinesen. Hann var fullgreiður um, at kringvarpslógin fór at verða brotin, áðrenn sendingin varð send. Rúni Heinesen valdi tó einki at gera við hetta. Heldur ikki, tá Katrin Petersen, stýrislimur í Kringvarpsstýrinum, gjørdi stýrisformannin varugan við, at lógin fór at verða brotin, valdi Rúni Heinesen at reagera.
- Eg helt snøgt sagt ikki, at Stýrið kundi lata standa til. Tí hetta var jú brot á Kringvarpslógina, segði Katrin Petersen, sum tí kunnaði allar stýrislimirnar um støðuna. Hetta gjørdi Katrin Petersen 2. jóladag, men kringvarpsstýrið valdi ikki at reagera.
Tvørtur í móti fór stýrisformaðurin út dagin eftir og segði við in.fo, at ”føroyingar fáa eina fína nýggjárssending”. Hetta segði hann væl vitandi, at stovnurin, hann varðar av, breyt lógina, sum stovnurin virkar undir.

Sponsorering ella ikki
Í tíðindaskrivinum tann 15. november fegnaðist Dia Midjord um, at ”privatir sponsorar vilja vera við til at tryggja, at tað ber til at seta eina slíka risasending á skránna”, sum tað stóð skrivað.
Men í frágreiðingini frá Mentamálaráðnum hefta tey seg við, at hugtakið sponsorering ikki er nágreinað í kringvarpslógini ella tess viðmerkingum.
Tað staðfesta tó tað, sum sáttmálin millum Fjølvinnu og Kringvarpið ásetti, nevniliga at aktualitetsparturin av sendingini ikki varð fíggjaður av øðrum enn Kringvarpi Føroya, meðan undirhaldsparturin varð rindaður av sponsorum, stuðlum og lýsingum. Og so stendur annars at lesa:
»Spurningurin er, um tað var samband millum programminnihaldið og sponsoreringina. Okkurt kundi talað fyri, at so var. Millum annað at sent var úr Klaksvík og Tórshavn, har kommunurnar, sambært almennari umrøðu í fjølmiðlum, høvdu givið stuðul til sendingina. Hinvegin var talan um alment undirhaldandi innihald frá báðum støðunum í landinum, sum Kringvarpið allarhelst hevði sent frá, óansæð um hetta varð fíggjað við luttøku frá kommununum«.
Ein áhugaverd niðurstøða, sum stendur í beinari andsøgn til tað, ið borgarstjórarnir báðir alment hava ført fram.
Jógvan Skorheim váttaði á in.fo tann 26. desember, at hansara kommuna rindaði Fjølvinnu 60.000 krónur aftur fyri senditíð í almenna sjónvarpinum.
- Vit vilja fegin seta fokus á Klaksvík og okkara mentan. Kommunan skipar fyri einum stórum nýggjártiltaki við posthúsið mitt í býnum, og hetta vilja vit fegin vísa øllum Føroya fólki, segði Jógvan Skorheim.
Og Heðin Mortensen segði beinleiðis, at tey fegin rindaðu 50.000 krónur fyri eitt reklamuátak í stóru nýggjárssendingini.
- Vit síggja tað ikki sum stuðul til sendingina, men heldur sum eitt lýsingarátak fyri kommununa, gjørdi Heðin Mortensen greitt.
Harvið staðfesta báðir borgarstjórarnir, at tað var beinleiðis samband millum programminnihaldið og teir pengarnar, sum teir rindaðu Fjølvinnu.
Les alla frágreiðingina, sum Mentamálaráðið hevur skrivað um Nýggjárssendingina, á in.fo.