Frá gospel til tungmálm

Tað er stór variatión í tónleikinum á MíttLand

Fyrr í kvøld var tað gospelsangarin Alex Bærendsen, ið spældu sínar kendu sangir, og tá ið hann var liðugur, gjørdist talan um eitt veruligt skift í tónleikastíli. Frá tí eyðkenda og stilla gospeltónleikinum bleiv skift yvir á stóra pallin, har tungmálmsbólkurin Hamradun stóð klárur, og tað var eitt heilt annað slag av tónleiki, ið tá bleiv framført, men tað bleiv ikki minni væl móttikið av fjøldini.