Frágongd hjá Neistakvinnum

Marjun Falkvard Danberg spælir ikki hondbólt fyribils

Nú tað stundar til nýggja kappingarárið í hondbólti eru hóparnir við at vera komnir upp á pláss.

Í løtuni er Neistin á venjingarlegu í Íslandi, men við á túrinum er ikki Marjuna Falkvard Danberg, ið var ein av ídnastu málskjúttum hjá Neistakvinnum farna kappingarár.

 

Marjun Falkvard Danberg sigur í viðmerking at hon ikki venur við vegna persónligar umstøður, har familjan við smábarni tekur ov nógva tíð frá venjingini.

Í løtuni noyðist Neistakvinnan tí at raðfesta familjuna fram um hondbóltin, men hon afturvísir ikki at hon verður aftur at síggja á hondbóltsvøllinum, um umstøðurnar loyva tí.

 

Annars frættist úr Neistanum at onkur onnur frágongd eisini hevur verið, men hetta er ikki váttað enn.