Klokkan var neyvan farin av sjey, tá tað longu varð vorðið rættiliga trongligt inni í Leikalund í Klaksvík leygarkvøldið. Ikki so løgið kanska, tí kvøldið bjóðaði uppá ein serstakan møguleika at hoyra og hitta nakrar av stóru persónligheitunum innan føroyska mentan í løtuni. Á skránni vóru nevniliga fløguaktuelli Stanley Samulesen og metseljarahøvundarnir Jóanes Nielsen og Carl Johan Jensen.
Heilskapaður vísusangur
At Stanley Samulesen er ein av okkara bestu og mest orginalu vísusangarum, prógvaði hansara framførsla leygarkvøldið enn einaferð. Egnu løgini hjá Stanley eru óvanliga heilskapað. Samstundis tykist hann at hava ein heilt serliga ans fyri at seta løg til huglagið í nøkrum av bestu, eldri yrkingunum á føroyskum. At Stanley eisini er gittarsnilligur av teimum heilt frægu, mundu nógvu tónleikarnir millum áhoyrarnar vera eitt greitt tekin um. Saman við bassleikararnum Knud Henriksen framførdi Stanley eina perlurøð av sangum uttan íhald í meir enn ein tíma.
Brellbitar
Hóast teir eru best kendir sum rithøvundar, vístu Carl Johan Jensen og Jóanes Nielsen at teir báðir eisini teljast millum okkara bestu upplesarar. Fyri tey, ið enn ikki eru byrjað ella komin ígjøgnum nógv umrødda verkið Ó søgur um Djevulskap, fekk væl valda brotið, Carl Johan hevði valt at lesa, illa verðið annað enn ein sannur brellbiti. Stuttligu hendingarnar og fynduga frásøgnum góvu í øllum førum eina góða mynd av hesum óvanliga verki í føroyskum skaldskapi.
Meðan tey flestu, sum vóru komin at hitta Jóanes Nielsen, eisini høvdu eitt eintak av hansara nýggju skaldsøgu Glansbílætasamlarnir í hondini, var tað ikki úr hesum verkinum, tey hoyrdu hann lesa. Í staðin hevði Jóanes valt at lesa tvær nýggjar yrkingar, sum ikki eru komnar út enn, men enn einaferð mintu áhoyrarna á, hví Jóanes er ein av bestu føroysku yrkjarnum í nýggjari tíð.