Fríggjakvøldið er karaokekvøld

Karaoke dillan herjar í Føroyum, í heilum verður lýst við karaoke kvøldum kring Føroya land, men fríggjakvøldið ber av, tvey av náttarstøðunum í Havnini bjóða til karaoke kvøld. So tey, ið hava hug at syngja fyri fólki kunnu velja millum Hafnia Lounge og REX.

 
Í Loungeini verður karaoke annleggið funnið fram og tú sleppir at vera fullkomiliga í fokus. Hevur tú hug til stuðul á pallinum, ella kanska bara hug til at syngja við livandi tónleikarum aftan fyri teg, so ber til at fara í REX har livandi Karaoke maskinan Showmenn spælir undir til Karaoke sangararnar.