Líka síðan Glitnir lat upp, hevur livandi tónleikur verið at hoyrt hvørja viku, ofta upp til fýra kvøld um vikuna. Nú hevur spælistaðið fingið samstarv í lag við TUTL. Samstarvið er skipað soleiðis, at TUTL fer at skipa fyri konsertum í hølunum hjá Glitni, konsertirnar vera fyrra partin av kvøldinum. Tær tríggjar fyrstu konsertirnar eru:
Fríggjakvøldið 24/2 21.00 til 23.00: Spælimennirnir
Fríggjakvøldið 03/03 21.00 til 23.00: A Wiard Journey (Jazz)
Fríggjakvøldið 10/03 21.00 til 23.00: Yggdrasil (jazz /world)
Úr Glitni siga teym, at tey eru sera fegin og spent um samstarvið við TUTL. Tey vóna fólk fer at taka væl móti tiltøkunum.