Pátrúgv
Rógv Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fríggjadagur 13. er kring allan heimin ein serligur dagur, kendur fyri antin eydnu ella óeydnu.
Summi hava kanska eitt sindur av pátrúgv, og eru serliga ansin henda dagin, men nøkur fólk hava veruliga ræðslu fyri hesum degi. Navnið á hesari fobi er paraskevidekatriaphobia, eitt samansett orð av griksku orðunum Paraskeví, sum merkir fríggjadagur, dekatreís, sum merkir trettan og phobía, sum merkir ræðsla ella ótti.
Men hóast heilt fá veruliga trúgva, at fríggjadagur 13. er verri enn nakar annar dagur, so er tað sambært fólkalívsfrøðinginum Eyðun Andreassen, sum Sosialurin áður hevur tosað við, púra náttúrligt, at vit halda ein tílíkan dag.
- Menniskjan dámar væl at gera nakað serligt burturúr, og tí hava vit valt okkum hepnar og óhepnar dagar. Tað er ein háttur at halda stýr á lívinum. Tí meti eg ikki, at fólk enn fara at sleppa hugsanini við fríggjadegi og talinum 13, men hetta verður meira undirhald enn verulig pátrúgv, segði Eyðun Andreasen við Sosialin fyrr í ár.
Hví fríggjadag 13.?
Sambært fólkalívsfrøðingum eru eingi skjalfst prógv fyri eini pátrúgv upp á fríggjadag 13. áðrenn 19.øld. Tað fyrst kenda skjalið á enskum er í einari enskari ævisøgu frá 1869 eftir Gioachinio Rossini.
Hóast hetta, so er nógvar sagnir førdar víðari gjøgnum munnligar forteljingar, og at royna at staðfesta, hvar hetta tekur seg upp, er í besta føri gitingar.
Í numerologi verður talið tólv mett sum talið hjá tí fullkomna, sum tað eisini sæst aftur í teimum tólv mánaðunum í einum ári, tólv stjørnufrøðiligum teknum, tólv klokkutímum, tólv ættunum í Ísrael, tólv apostlunum, tólv gudunum á Olympus og so framvegis, og harav verður talið trettan mett sum óregluligt, og sum brýtur hetta fullkomna.Tað er eisini ein pátrúgv, sum stavar frá Seinastu Máltíðini ella einari norrønari søgn, at tað at hava trettan fólk sitandi við eitt borð ger, at ein av døgurðagestunum fer at doyggja.
Orsøkin til, at júst fríggjadagur er mettur sum óeydnisdagur eru helst fleiri, men serliga er tað Langi Fríggjadagur og tað, at Jesus varð krossfestur henda dag, ið hevur stóra ávirkan.
Pátrúgv í Føroyum
Sambært Eyðun Andreassen var tað gamalt, at fríggjadagur var eydnisdagur í Føroyum. Seinni er útlendska mentanin við, at tað er óeydnisdagur, komin til Føroyar, og enn í dag eru summi, sum taka dagin í størsta álvara.
Eitt nú var gamalt, at mann ikki fór nýggjan túr til skips fríggjadag, tí at hetta skuldi hava óeydnu við sær. Hetta er í stóran mun slept, men fleiri eru, sum ikki byrja nýggjan fyrsta túr ella fyrsta túr í einum ári ein fríggjadag.
Eisini er henda ræðslan tengd at øðrum tingum, til dømis verður sagt, at tú ikki skal keypa nýggjan bil ella nýggjar skógvar ein fríggjadag.
Heldur ikki skuldi tú byrja upp á nakað sum helst nýtt fríggjadag, og eitt nú Høvdavirkið í Leirvík, sum hevur klárað seg framúr væl, byrjaði ein leygardag. Hetta tí, at hjá íslendingum er mánadagur eisini óeydnisdagur.
Hotell, húsanummur og flúgvarar
Í øðrum londum er pátrúgvin kring talið 13 sera sterk. Allarflestu av heimsins stóru hotellum hava onga 13. hædd, og heldur einki kamar nummar 13.
Nógv flogfeløg hava heldur einki setur nummar 13, og heldur ikki varð nakað stríðsflogfar av slagnum F-13 nakrantíð bygt. Síðani 1976 hevur eingin Formel 1 bilur havt talið 13 í kappkoyringini.
Mánaferðin við Apollo 13 var eisini ein óeydnisferð, og á húsi nummar 13 í gøtunum í Iran stendur 12 + 1 á húsavegginum, og traditionelt eru tað 13 trapputrin upp til gálgan.
Talið trettan og fríggjadagur trettandi eru uppruni til hópin av bókum og filmum, eitt nú filmurin Friday the 13th, har drápsmaðurin Jason, sum myndin eisini vísir, er ein óendalig, óhugnalig plága.










