Fríggjadagin verður Nguyn tikin av døgum

Tá sólin rísur í Singapore fríggja­morgunin, verður avstraliumaðurin Nguyen Tuong Van avrættaður, tí hann hevði 400 gram av rúsevni uppi á sær

Ein dagin fyri trimum árum síðani varð tann tá 22 ára gamli avstraliumaðurin Nguyen Tuong Van tikin í Singapore. Løgreglan av­­dúk­aði, at hann hevði 400 gram av rúsevninum heroin uppi á sær, og í rættinum var eingin bøn. Nguyen bleiv dømdur til deyða.
Mitt í hesari vikuni fer bøð­ilin inn í klivan hjá Nguyen at vita, hvussu nógv hann vigar, og hvussu stórur hann er, tí tað má bøðilin vita, áðrenn hann tekur støðu til, hvussu sterkt og hvussu langt togið í gálganum skal vera. Tá sólin so rísur í Singapore fríggjamorgunin, verður fangi nummar 856 leiddur úr klivanum og yvir til gálgan. Løtu seinni verður tann 25 ára gamli avstraliumaðurin tikin av døgum. Tey seinastu orðini, sum hann hoyrir bøð­ilin siga, eru Eg skal hjálpa tær til eitt betri stað enn hetta. Guð vælsigni teg.
Í síðstu viku vóru skyld­fólkini hjá Nguyen í Singa­pore og søgdu honum farvæl. Tey sluppu kortini ikki at taka í hondina á honum, sum myndugleikarnir høvdu sett ein glasvegg ímillum teirra.
Í Avstralia hava fólk kravt, at landsins myndugleikar skulu krevja deyðadómin hjá Nguyen broyttan. Tað sama hevur avstralska kirkj­­an gjørt, og Am­nesty Inter­­natio­nal hevur eisini bið­ið myndugleikarnar í Singa­pore ógilda deyða­dómin. Avstralska stjórnin hevur tikið málið upp fleiri ferðir tey seinastu árini, og tað skuldi hon aftur gera á einum fundi í bretska ríkis­felagsskapinum í gjár.
Avstralska blaðið Sid­ney Morning Herald fýl­ist á, at John Howard, for­sæt­is­ráðharri, ætlar sær at hyggja at einum cricket-dysti júst um tað mundið, tá Nguyen verður avrættaður fríggjamorgunin. Men for­sæt­is­ráð­harrin vísir at­finn­ingunum aftur.
- Arbeiði mítt umfatar so mong øki. Tað er ikki eg, sum havi gjørt av, at hann skal avrættast fríggjamorgunin, og eg haldi ikki, at tað av­stralska fólkið fær ilt av, at eg fari at hyggja at cricket-dystinum, segði John Howard sunnudagin.