Fríggjadagin fer tjaldið frá

Fríggjadagin verður fíggjarlógaruppskotið lagt fyri løgtingið. Landsstýrismaðurin vil ikki siga eitt orð um uppskotið fyrr enn tá, men tað skilst, at hallið verður nakað tað sama, sum tað fyri 2005

Fríggjadagin verður fíggjarlógaruppskotið fyri 2006 lagt fyri løgtingið. Tingfundur er ásettur at verða klokkan 10.00, og framløgan av fíggjarlógaruppskotinum verður á hesum tingfundinum.
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, fer fríggjamorgunin eisini at hava tíðindafund um uppskotið, og har fer hann at greiða frá teimum týðandi tættunum í uppskotinum hjá landsstýrinum
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum er tættur sum tunnan, nú uppskotið er liðugt, og tað verður bíðað eftir, at framløgan skal vera.
 Eg sigi ikki eitt orð um uppskotið fyrr enn fríggjadagin, sigur hann avgjørdur.
Men hevur tað verið trupulari enn vanligt at gjørt fíggjarlógaruppskotið í ár?
 Tað er altíð trupult at gera eitt uppskot um fíggjarlóg  ikki minst tá ið mann manglar pengar.

Líknandi hall
Viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum hevur ikki verið løtt, tí landskassin er hóttur av vaksandi halli. Tá ið framrokningar vórðu gjørdar av inntøkum og útreiðslum, vísti úrslitið eitt minus á 430 milliónir krónur, men síðani hevur verið arbeitt við at fáa hallið niður.
Sambært keldum hjá Sosialinum verður hallið fyri 2006 á leið tað sama, sum tað var fyri uppskotið í 2005  tað vil siga góðar 200 milliónir krónur. Eingin fæst tó at vátta hetta alment.
Sambært stýrisskipanarlógini skal uppskotið um fíggjarlóg leggjast fyri løgtingið áðrenn 1. oktober, og uppskotið er nú til prentingar.