Finnur Helmsdal
Tjóðveldi
Og undir og aftan á fundin varð dúliga reypað av avrikum viðvíkjandi pensiónum og øðrum á sosiala økinum. Jú, jú alt í besta javnaðaranda, og sjálvt um Helle bert kom á skýggjan, so taldi hon eisini fitt av stigum á pluss síðuna. Javnaðarfólk megnaðu at øsa seg sjálvi og hvørt annað so nógv, at eingin teirra var bert eina løtu í iva aftan á fundin: Flokkurin vinnur bæði valini, sum standa fyri durum. Sum fundurin leið, bleiv ryggurin bara meira rættur hjá ymsu tingmonnunum, onkur bleiv so lættur og kátur, at tað var um reppið, at hann fór uppfrá. Orsøkin var sjálvandi, at teir hesa løtuna kláraðu at billa sær sjálvum og øðrum inn, at loksins var fólksflokshamurin tveittur. Teir kendu seg eina løtu sum javnaðarmenn, og ikki sum fólkafloksjavnaðarmenn. Tú sá á flestu teirra, at hetta var teimum ein eitt sindur fremmand kensla, og kanska heldur ikki so unnilig allíkavæl, men teir vistu at hetta var neyðugt, og dugdu tí at spæla leiklutin. Teir vistu allir, at longu sunnudagin fór at bera til at sleppa sær í aftur fólkaflokshamin, tí fall tað teimum lætt at spæla javnaðarmenn eina løtu. Vit kunnu siga, at tingmenn Javnaðarfloksins hava havt ein, eitt sindur frívillugan, leiklut sum kópakonur hetta vikuskiftið.
Fríggið er so inniligt
Ein, sum sær Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin virka saman dagliga, hann ivast ikki eina løtu í, at so inniligt fríggj er ikki einum og hvørjum beskorið at eygleiða. Ja, teir minna ein á, hvussu tað var í Klubbanum í 70’árunum. Seinasti dansur, og gólvið er á tremur við pørum, sum eru meira vavd saman enn dansa. Ein sær ikki mun, tí gentur og dreingir hava eins hár og eins klæði. Skipstroyggju og kowboybuksur. Tú sær eftir hondini heldur ikki mun á javnaðarmonnum og fólkafloksmonnum. Teir eru so saman vavdir í kjálkadansinum. Fríggið kann rætt og slætt ikki vera meira inniligt. Tann, sum kanska hevur hugsað um koma upp í millum hetta forelskaða parið skal bara vita tað, at Javnaðarflokkurin verður ikki tann, sum fríggjar uttanum. Teir hava bert hug á einum, og tað hava teir havt leingi, leingi.
Eitt er at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin flætta ideologiskar fingrar, tað kunnu vit onnur líka sum ikki blanda okkum uppí. Verri er, at parið, í heilum, gevur hvørjum øðrum gávur, sum allar eru beinleiðis fíggjaðar úr landskassanum, og tvs av okkara skattakrónum. Hesar gávur eru so stórar og dýrar, at tær longu hava oyðilagt gjaldførið hjá landskassanum. Spell, ikki minst tá hugsað verður um, at somu gávur bert og bert gagna teimum sjálvum. Nú undan valunum fara teir at býta út pakkar, har sosialisma er skrivað á við reyðum. Men tá pakkað verður upp aftan á valið, er tað eitt høvd av Óla Breckmann, sum loypur upp úr eskjuni.









