Fríðgerð Heinesen í býráðssess

Tann 25. feb. fór Hanna Jensen í farloyvi úr býráðnum í Eysturkommunu.

Á býráðsfundi í Eysturkommunu 25. feb. fór Hanna Jensen, nú landsstýriskvinna við skúla- og undirvísingarmálum, í farloyvi úr býráðnum.

 


Í hesum sambandi tók Fríðgerð Heinesen, ið varð næst vald á listanum, við býráðssessinum, skrivar Framsókn á sínum facebook vanga.

 


Fríðgerð Heinesen tók somuleiðis við øllum nevndarsessum og stýrissessum, ið Hanna Jensen varaði av.

 

 

Fríðgerð Heinesen situr í hesum nevndum í Eysturkommunu:

Vinnu- og havnanevndin
Mentanarnevndin
Trivnaðarnevndin
Navnanevndin
Stýrið fyri Nánd
Stýrið fyri báta- og listasavnið

 

 

Varamaður hjá Fríðgerð Heinesen, er Jón Tyril, ið varð trivaldur á F listanum í Eysturkommunu.

 

 

Fríðgerð Heinesen var borgarstjóri í gomlu Leirvíkar kommunu.