EPILEPSI
Epileptikarafelag Føroya varð stovnað 6. mai í 1989, og hava vit tískil 15 ár á baki í ár . Felagið telur gott 100 limir, harav eisini limir, ið eru avvarðandi, eins og okkurt felag er limur. Tað kostar 190 krónur um árið at vera limur. Í hesum prísi er eisini íroknað at limirnir fáa tað danska epilepsiblaðið fýra ferðir um árið.
Felagið hevur tey seinastu árini roynt at havt nøkunlunda eina ferð um árið onkran fyrilestrahaldara. Eisini hava vit havt jólahugna í nøkur ár. Vit hava eisini roynt at havt eitt hugnakvøld fyri ungdómin í felagnum, og er meiningin at royna tað aftur. Meiningin er eisini at hava hugnakvøld fyri foreldur og børn við epilepsi.
Epileptikarafelagið hevur eisini havt fund við landsstýrismannin Hans Paula Strøm, og roynt at ávirkað til at fáa ein neurolog afturat og eina sjúkrasystur, ið hevur serligt innlit í epilepsi sum ein lyklapersón , og eisini hava vit víst landsstýrismanninum á, at tað er umráðandi, at epileptikarar hava eina skipan , eins og onnur sjúkrafeløg hava, við at tey fast sleppa at taka blóðroyndir, so tey føla seg trygg við tann heilivág, tey taka.
? Vit hava ikki havt samstarv við nakað annað epilepsifelag fyrr enn í 2001. Tá fingu vit samband við tað Danska Epilepsifelagið, og síðani tá hava vit havt nógv samband. Tey hava eisini valt at bjóða okkum við, tá tey hava ymisk tiltøk. Vit hava verið við, tá tey hava havt norðurlendskan ungdómsfund. Vit hava eisini havt fólk í Danmark til at læra seg at undirvísa í epilepsi, sigur Randfríð Sørensen, forkvinna í Epileptikarafelag Føroya, sum leggur afturat, at Føroya Lívstrygging hevur stuðlað tiltakinum.