Frægari útlit í USA

Líkt er til, at fíggjarkreppan so smátt er farin at hasa av í USA, og serliga smásølan hevur klárað seg betur enn væntað

Í dag verður amerikanska smásølan kunngjørd, og marknaðurin væntar eina framgongd á 0,9%. Hetta kann fáa stóra ávirkan á virðisbrævamarknaðin.
Tað er serliga bilasølan og sølan hjá sølumiðstøðunum í oktober, sum hava eina positiva ávirkan, og føra framgongd við sær.
Smásølan hevur klárað seg betri enn væntað í 2009, og orsøkirnar eru fíggjarpolitisk tiltøk, skattalættar og stuðul til bila- og húsakeyp.
Tað skrivar Føroya Banki í sínari vikukunning.
Ídnaðarframleiðslan í Amerika hevur verið hækkandi tríggjar mánaðir á rað. Serliga framleiðslan av akførum hevur verið positiv, og orsøkin til tað er stuðul til bilakeyp.
Ein framgongd á o,4% er væntandi fyri oktober, og saman við ídnaðarframleiðsluni verður NAHB vísitalið kunngjørt mikudagin.
Stuðulin til húsakeyp er longdur, so tað framvegis fæst 8.000 dollarar í stuðli við fyrsta hús keyp.
Eisini í Týsklandi og Japan eru tølini positiv. Í dag verður BTÚ hjá Japan fyri tfriðja ársfjórðing kunngjørt, og roknað veðrur við einari framgongd á 0,7% í mun til seinasta ársfjórðing. Eisini Japan hevur framt fíggjarpolitisk tiltøk so sum skattalækking og stuðul til bilakeyp, skrivar Føroya Banki í sínari vikukunning.