Frægari til av náta

Væl meira av havhestaungum er komið undan í ár í mun til seinasta ár. Hetta vísa teljingar hjá Fiskirannsóknarstovuni, sum verða gjørdar í Høvdanum í Skúgvi

Í vár og í juni vórðu taldir 384 og tað er 27% fleiri enn seinasta summar. Eisini vóru fleiri reiður, 269 í tali, og tað er 37% fleiri enn seinasta ár.

Størsti vøksturin er tó í talinum av ungum. Til samans vóru 123 ungar í seinastu viku og tað er 98% fleiri enn seinasta summar. ??

Talið av ungum er annars minkað spakuliga síðani 2001, tá ið 171 ungar komu undan. Í 2007 hendi tó ein óvanliga stór minking niður í bert 62 ungar, men hetta talið er nú vaksið aftur til 123, so nú er tað uppi á einum meira vanligum støði.

Um støðan er tann sama um alt landið sum í Høvdanum í Skúgvi, so skuldi meira verið at fingið av havhestaungum enn í fjør, men tað velst eisini um veður og vind.

Ungarnir verða taldir stutt áðrenn teir eru floygdir, og í Høvdanum síggjast teir væl, tí her heldur havhesturin til á rókum og spíldum. Hvør einstakur fuglur verður merktur inn á myndir, og tilsamans eru gott 300 reiður ella pláss, har havhestar halda til, men teir verpa tó ikki í øll reiðrini á hvørjum ári.

Tað hevur ikkið verið sigið í Høvdanum síðani 1974, so fuglurin verður ikki órógvaður av fólki, og rotta er ikki í oynni. Hvussu nógv kemur undan av havhestaungum í Høvdanum veldst tí mest um, hvussu nógv føði er at fáa til ungarnar. Tað hevur sostatt verið munandi meira føði til havhestin í ár enn seinasta ár.

 

Betri, men…

Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur í Nólsoy, sigur, at eisini í Nólsoy er støðan hjá nátanum betri í ár, enn hon var í fjør.

- Eitt stað, sum eg í fjør taldi 11 ungar, havi eg talt 16 í ár, so nátin er yvirhøvur betri fyri í ár enn í fjør. Men hyggja vit 20 ár aftur í tíðina, er bert helmingurin til av náta í dag í mun til tá, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Hann vísi til, at bátarnir í dag ganga so nógv skjótari enn teir gjørdu fyri 20 árum síðani.

- Bátarnir tóku 200, 300 ella 400 nátungar fyri 20 árum síðani, og teir skjóttgangandi bátarnir í dag taka tað sama, sigur Jens-Kjels Jensen.

Men tað sær betri út í ár enn tað hevur gjørt tey seinastu árini.

- Eisini støddin á nátungunum er javnari í ár. Tey seinastu árini hava teir verið ógvuliga ójavnir í stødd, summir væl fyri, meðan aðrir hava verið ógvuliga rak. Teir nátungar, sum eg havi sæð her í Nólsoy í ár, hava verið rættiliga javnir í stødd, sigur Jensw-Kjeld Jensen.

So støðan er sum heild betri í ár enn undanfarin ár, men munandi verri enn fyri 20 árum síðani.