Frá fráflyting til tilflyting

Gott og væl 2000 kvinnur vóru til kvinnurenningina leygardagin. Eitt tilak, sum var bæði sosialt og avbjóðandi.

Og so var tað ikki frítt, at hetta til tíðir dulda kappingarelementið í okkum fekk luft undir veingirnar hendan dagin. Tað gjørdi, tað heldur ikki verri, at hin so væl upplagda Sigrun Brend heppaði okkum upp í ferð:”kom nú, vita um tú ikki klárar at taka bara hana, sum er beint frammanfyri, - kom nú, ikki slaka av nú, - nú eru bara nakrir fáir metrar eftir, so fáa tit vatn og frukt. Kom nú! ”

2000 kvinnur savnaðar á einum stað. Hetta fekk onkran at vísa á, at so nógvar, sum her eru savnaðar, mangla í í samfelagið okkara
Nú mugu vit ikki halda, at tað er nakað forgjørt í, at fólk flytir til onnur lond og festir búgv har. Tað er sanniliga gott og vísir, at vit liva í einum opnum heimi við alskyns møguleikum og einum fólki, sum hevur frælsi at fara har, tey ynskja.

Men tá ið tað eru so nógv, sum flyta av landinum, og so fá, sum koma hendanvegin. So má man spyrja, hvat vit gera galið, ella hvat hini gera rætt?

Heimurin rundanum okkum er fyltur við alskyns møguleikum. Har eru lestrartilboð av øllum handa slag. Har er býarlív og mentanartilboð, sum sigur spar tvey til alt, og so húsa tey fjølbroyttum bústaðarmøguleikum, sum ger tað lagaligari at seta búgv hjá ungum fólki og ungum familjum við lítlum pengum.
Lestrartilboð og bústaðartilboð
Hinvegin, so hava vit okkurt, sum hini ikki hava. Her eru røtur teirra, her er familjan og vinirnir, og her tosa vit teirra móðurmál og liva ta mentan, tey vuksu upp í.
Hóast hetta ikki er nóg mikið, eiga vit at taka tað harfrá og útbýggja tað. Vit mugu alsamt fáa fleiri lestrartilboð. So tey ungu kunnu taka alla ella ein part av útbúgvingini herheima. Vit mugu miðvíst og í eini tryggari tilgongd alsamt útbyggja fróðskaparsetrið, gransking og menning og aðrar útbúgvingarhættir.

Vit mugu fáa fleiri bústaðartilboð til fólk við lágari inntøku, -.og eisini til nýútbúgvin við lutfalsligari høgari inntøku, men við ov lítlum eginpeningi til hús fyri 2-3 mió kr. Hetta gera vit við at fáa húsalánsgrunnin til eisini at taka sær av fjølbroyttum bústaðarmøguleikum – eitt nú lutaíbúðum. Ein avtala, sum Tjóðveldi longu hevur gjørt við minnilutasamgonguna, og sum verður løgd fram fyrsta dagin.

Kommunurnar eiga eisini sín leiklut
Og so má politiksa skipanin og herundir so sanniliga eisini kommunurnar tryggja, at býar- ella bygdarlívið er so mikið spennandi, at tað er stuttligt, mennandi og livandi at taka lut í virkseminum, har er, - eisini eftir skúlatið um kvøldarnar og í vikuskiftinum.

Tí eru tey ungu so attraktiv
Tað er ikki av ongum, at øll nýmótans samfeløg og býir kappast um tey ungu
Tað eru tey, sum eru tað komandi ættarliðið, og sum tí kemur at mynda arbeiðsmarknaðin og mentanarlívið í framtiðini.
Tað eru tey, sum í stóran mun eru tey kreativu, sum um nøkur ár koma at mynda og skapa nýggj virði og nýggjar vinnur.
Tað eru tey, sum koma at tryggja búskapinum ein framtíðarvøkstur
Tey eru tey kreativu, tey visjoneru, tey energisku, tey skapandi - og so eru tey framtíðin.
Velja tey flestu ungu at taka part av ella alla útbúgvingina i Føroyum, so er skipanin dugnalig.
Velja nógv onnur uttanifrá at koma til landið og taka sína útbúgving her, so er man genialur.
Eydnast hvørki at fáa síni egnu at støðast, ella at fáa onnur at koma til landið hevur samfelagið ein framtiðartrupulleika.
Og tíverri er tað har, vit eru í løtuni. Vit hava eina avbjóðing, sum er at venda fólkafráflyting til tilflyting, og har vit royna at fáa aðrar lesandi útlendingar at venda eyguni hendanvegin.

Tað vit sáa, eiga vit at heysta

Hendan íløgan, sum vit hava brúkt so nógvar av okkara skattakrónum uppá fyri at geva gott í beini: fyrst barnagarðar, síðani fólkaskúlar og síðani miðnámsskúlar , - hesar dýru íløgur lata vit øðrum samfeløgum upp i henda at heysta fruktirnar av.
Útheimurin hevur við teimum ungu úr Føroyum móttikið ein aldursbólk, sum er búgvin nokk til at kasta av sær við kreativum virðum.
Hesi ungu hava sjálvdan sett seg í stóra sethúsaskuld, - búgva til leigu ella í eini bíligari lutaíbúð, - nógv hava ikki fest røtur sum familja og hava sostatt ráð og evni til at gera eitt veldugt og drúgt sjálvboðið arbeiði, og frælsi til at gera júst so, sum teimum lystir.
Hetta er ein fantastiskur aldursbólkur fyri búskaparvøkstur, mentanarlív og trivnað.
Eydnast tað at venda gongdini, so kunnu vit vónandi siga um nøkur ár, tá kvinnurenningin verður, at: ”so nógvar, sum her eru savnaðar í dag, manglaðu í Føroyum í 2011, - men tað er nú søga”.