Tann seinasta veljarakanningin, sum tíðindastovan Ritzau kunngjørdi í morgun, og sum Voxmeter hevur gjørt, vísir, at andstøðuflokkarnir fara at vinna valið í morgin við 92 tinglimum ímóti 83 til stjórnarflokkarnar og teirra stuðulsflokkar.
Kanningin hjá Voxmeter víkir ikki nógv frá kanningunum, sum komu í gjár. Tá kom Megafon til ta niðurstøðu, at teir reyðu fara at fáa 52,1 prosent av atkvøðunum og teir borgarligu 47,9 prosent. Í Fólkatinginum gav hendan kanningin júst sama býti sum tann hjá Voxmeter, 92 - 83.
Ein triðja kanning, sum Epinion gjørdi fyri danska kringvarpið í gjár, vísti næstan sama úrslit sum hinar báðar. Eftir henni fáa andstøðuflokkarnir 91 tinglimir og stjórnarflokkarnir og teirra stuðlar 84.
Munurin er heldur størri í einari kanning, sum Gallup gjørdi fyri Brlingske Tidende. Har var úrslitið, at andstøðan fer at vinna við 93 tinglimum ímóti 82.
Nógvir veljarar ivast
Hóast veljarakanningarnar sostatt eru samdar og greiðar, ávara serfrøðingar fólk ímóti at halda, at valið er avgjørt. Teir vísa á, at sambært teimum seinastu kanningunum hava meiri enn 20 prosent av veljarunum ikki gjørt av, hvønn tey fara at velja í morgin.
Asger H. Nielsen, sum er stjóri í kanningarfyritøkuni Megafon, sigur, at fyrr hevur tað ofta verið so, at undan valdegnum hava fólk tikið avgerð um, hvønn blokk tey skulu velja, men ikki hvønn flokk. Hesaferð er øðrvísi, sigur hann, tí hesaferð vita mong framvegis ikki, um tey skulu velja tey bláu ella tey reyðu og tískil heldur ikki, hvør flokkur skal fáa krossin.
-Nógvir veljarar ivast í, hvør er førur fyri at reka tann besta politikkin, og tað er týðiligt, at mong aftra seg ikki við at skifta blokk hesaferð, segði Asger H. Nielsen við TV2 í gjár. Eftir hansara tykki eru tað so mong, sum framvegis eru í iva, at tað ber ikki til at siga, um tað verður tann blái ella tann reyði blokkurin, sum vinnur.
Dýrur sigur
Men veljarakanningarnar vísa eisini, at samstarvið millum Sosialdemokratarnar og Sosialistiska Fólkaflokkin fyri at røkka málinum hevur ikki verið ókeypis. Halda kanningarnar, fáa Sosialdemokratarnir góð 22 prosent av atkvøðunum, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ikki havt í meiri enn 100 ár. Eitt tílíkt úrslit fer at hava við sær, at flokkurin missir seks av sínum 45 fólkatingsumboðum.
SF bløðir eisini. Eftir teimum seinastu kanningunum fær flokkurin niðan fyri 10 prosent av atkvøðunum, og tað er munandi minni, enn kanningarnar undan valstríðnum góvu flokkinum. Eftir kanningunum fær SF færri fólkatingsumboð enn Radikali Vinstri, og tað kann sambært eygleiðarum fáa ávirkan á stevið í einari komandi samgongu.