Tað eru fýra kappkoyringar eftir at koyra í kappingarárinum í formil 1, og tað er gongd í hjá teimum ymisku kappkoyrarunum at fáa greiðu á hvørjum liði teir skulu koyra við komandi kappingarár.
Ein av kappkoyrarunum, Stoffel Vandoorne hjá McLaren, skiftir ikki einans lið, men hann skiftir eisini kapping. Framyvir fer hann ikki at koyra formil 1, men heldur formil E.
Formil E eru kappkoyringar, ið svara til formil 1, men har kappkoyrararnir heldur koyra í elbilum. Hendan kappingin sá dagsins ljós í 2014. Vandoorne skal koyra við liðnum HWA, ið er ein partur av Mercedes.
Stoffel Vandoorne, sum er 26 ára gamal og úr Belgia, hevur seinastu sjey árini verið knýttur at McLaren. Í samlaðu formil 1-kappingini er hann í løtuni nummar 16 við átta stigum.










