Fráflytingin úr Føroyum á breddan í Keypmannahavn

Í annaðkvøld, fríggjakvøldið, klokkan 19, verður almennur fundur á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn um fráflytingina úr Føroyum.

Talan verður bæði um framløgur, pallborð og orðaskifti.

Fyrireikararnir staðfesta, at fólkafráflytingin er ein tann størsta avbjóðingin, Føroyar hava.

Í hesum sambandi er tað, at Meginfelag Føroyskra Studenta, Sendistova Føroya í Keypmannahavn og Heri á Rógvi og Høgni Reistrup, ritstjórar á bókini EXIT Føroyar, skipa fyri fundinum á Norðurbryggjuni í annaðkvøld um fólkafráflytingina og vantandi tilflytingina.

Á fundinum fer Erika Hayfield í Vinnumálaráðnum at tosa um stóru avbjóðingina við fólkaminking.

Erika er forkvinna í arbeiðsbólkinum, ið landsstýrið hevur sett at finna útav, hvussu vit kunnu venda gongdini og tískil fer hon at greiða frá um arbeiðið í arbeiðsbólkinum og hvørji viðurskifti bólkurin leggur herðslu á.

Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur greiðir frá, hvør tann búskaparliga avbjóðingin er, og hví Føroyar í løtuni tapa kappingina, og hvat vit kunnu gera fyri at vinna tað mista aftur.

Heini í Skorini, stjórnmálafrøðingur og Ph.D.-lesandi, varpar ljós á fólkasamansetingina í Føroyum. Ein avleiðing av fráflytingini er nevniliga, at Føroyar eldast við rúkandi ferð, og at ættarliðið millum 18 og 30 er undirumboðað.

Og at enda fer Sigmundur Ísfeld, sendimaður Føroya í Keypmannahavn, at tosa um, at skal tað eydnast at fáa fólk at búsetast í Føroyum, mugu vit vera kappingarfør við onnur lond.