Føroyanevndin hjá Fólkatinginum fer í dag at tosa um, hvat skal ella kann gerast fyri at avmarka fráflytingina úr Føroyum. Næstformaðurin í nevndini, Edmund Joensen, sigur trupulleikan vera sera álvarssaman.
-Talan er um "brain drain" (heilaflótta), so um fimm ár verður trot á teimum, sum skulu tryggja eitt vælferðarsamfelag, sigur hann við Kristeligt Dagblad.
-Tí mugu vit styrkja tær hægru útbúgvingarnar í Føroyum, og Danmark skal viðvirka til at menna eitt betri lestrarumhvørvi í Frøoyum. Eg fari tí at skjóta upp, at meiri pengar verða játtaðir til tað føroyska útbígvingarøkið, sigur fólkatingsmaðurin við blaðið.
Flemming Møller Mortensen, sum er framsøgumaður hjá Sosialdemokratunum í føroyskum málum, ásannar, at fráflytingin er ein trupulleiki í ríkisfelagshøpi og tí eisini ein trupulleiki fyri Danmark.
-Tey bestu amboðini at tálma fráflytingini eru arbeiðspláss, útbúgvingarmøguleikar og gott samferðslukervi, og frá dansakri síðu skulu vit hjálpa við ráðum og royndum, sigur hann.