Nú um ólavsøkuna fer átakið, sum KSF og tíggju føroyskar fyritøkur fara í holt við, fyri at gera nakað við fráflytingartrupulleikan, í gongd.
Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum, og hon greiðir soleiðis frá, tá Portal.fo ringir fyri at hoyra um átakið. Fyrsti spurningur okkara er, um nakað nýtt er í hesum átakinum.
- Hetta er ikki nakað beinleiðis nýtt sum so, tí tá landsstýrið almannakunngjørdi sínar ætlanir á økinum, var hetta nevnt sum eitt av tiltøkunum. Men orsøkin til tað var, at vit longu tá vóru í gongd við at fyrireika hesa verkætlanina, sigur Marita Rasmussen.
Tað, sum henda verkætlanin snýr seg um er at skráseta føroyingar, bæði lesandi og onnur, sum búgva uttanlands, fyri at sleppa at geva teimum eina kunning um tað, sum føroyska samfelagið hevur at bjóða. Men hví er tað neyðugt?
- Vit gera ofta nógv burtur úr at siga, hvussu illa vit duga ymiskt. Vit duga øgiliga væl at lata illa at, men kortini eru vit mong, sum hava valt at búleikast her. Vit eru her tí vit trívast og tí her er gott at vera. Vit skulu hava tann boðskapin út, at tað í veruleikanum er gott at búleikast í Føroyum og at tað finnast størv við avbjóðingum her, sigur Marita Rasmussen.
Átakið verður skotið í gongd á ólavsøku, og tá fara ungfólk at ganga runt og tosa við fólk fyri at kunna tey um heimasíðuna, sum er ein partur av átakinum. Eisini fara tey at biðja um navn og teldupostbústað, so hesi fólkini kunnu skráseta seg á heimasíðuni og fáa kunning um Føroyar senda tann vegin.
Mangan verður tosað um at avbjóðingarnar eru størri uttanlands enn tær eru her heima, men hóast avbjóðingarnar eru fleiri uttanlands, eru tær eisini í Føroyum. Tí føroyskar fyritøkur hava eisini brúk fyri góðum fólki.
- Vit hava lyndi til at gera í so nógv av at lata illa at. Tí tað eru eisini fyrimunir við at búgva í Føroyum. Tann boðskapin skulu vit hava út til okkara fólk uttanlands, uttan at tað skal gerast ov ljósareytt og hálovandi, sigur Marita Rasmussen.










