Stóru kommunurnar og 10 føroyskar vinnufyritøkur taka nú stig til at gera nakað við trupulleikan við fráflyting.
Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Átakið byrjar á ólavsøku og skal komandi árini vera við til at venda skeivu gongdini, og aftur geva føroyingum hug og orsøkir til at búgva og arbeiða í Føroyum. Fólkatalið í Føroyum hevur verið fallandi seinastu árini, og nógv teirra, sum fara uttanlands at lesa, vera verandi uttanlands. Tí er í roynd og veru talan um eina stóra avbjóðing.
Einki stendur nevnt, heilt neyvt, um, hvat hetta nýggja átakið snýr seg um, men tað skal venda sær til allar føroyingar, bæði tey sum búgva her og útisetarnar. Tó verður greitt frá, at átakið fer at fevna um eina røð av tiltøkum og samskifti, sum venda sær ítøkiliga til teir ymsu bólkarnar.
Gerast skal ein miðvís skráseting av útisetum, bæði fyri at kenna teirra støðu, ynski og tørv, men eisini fyri at kunna røkka teimum við kunning, tiltøkum og tilboðum. Eitt av málinum við átakinum er at skapa sambandið og at fremja ein dialog millum føroyska vinnulívið, kommunurnar og útisetarnar.
- Tað snýr seg um framtíðar tilverugrundarlagið hjá okkara landi, okkum sjálvum og okkara børnum. Uttan fólkavøkstur og fleiri borgarar í framtíðini minkar grundarlagið undir okkara framleiðslu, kappingarføri, trivnaði og vælferð, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhísinum sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn er formaður í Kommunusamskipan Føroya, og felagsskapurin er greiðir yvir vandan við fráflytingini.
- Fráflytingin er ein álvarsom hóttan ímóti tilverugrundarlagnum hjá kommununum. Kommunurnar gera stórar íløgur í ungdómin, bæði á dagstovna- og fólkaskúlaøkinum, fyri síðani at missa ungdómin av landinum. Fáa vit ikki vent gongdini, standa vit yvirfyri demografiskum broytingum, sum koma at hava ógvusligar avleiðingar við sær fyri allan tann kommunala geiran og samfelagið sum heild, sigur Heðin Mortensen.










