Fráflyting, fiskur og fígging

Oddagrein

Ólavsøkudag fer løgmaður at gera støðuna upp og at seta út í kortið. Hetta er fyrsta løgmansrøðan síðani løgtingsvalið 29. oktober í fjør.Tað plagar at verða tikið til, at tað er tvey tey fyrstu árini eftir valið, at tey stóru tøkini skulu takast, um ein samgonga ætlar sær at fremja stór og víðgongd mál.

Soleiðis var tað eitt nú í 2008, eftir at samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin var skipað. Ta ferðina bar Jóannes Eidesgaard á Ólavsøku fram hugsjón um stórar broytingar í fiskivinnulóggávuni. Men víðgongda innihaldið í røðuni bar innanhýsis ósemjur við sær í stóru samgonguflokkunum, og tað var skjótt, at samgongan skrædnaði.

Hesa ferð er støðan øðrvísi. Samgongan hevur longu undan fyrstu ólavsøkurøðuni framt víðfevndar broytingar í skattastiganum og skattingini av pensiónunum. Spurningurin er nú, um ætlanirnar eru at halda fram í sama spori, ella um samgongan hevur skrivað sær aftanfyri oyrað, at hon sambært veljarakanningini í Sosialinum hevur mist nógva undirtøku – og meirilutan.

Eingin ivi er um, hvørji tey bæði størstu málini eru. Annað er støðan í fiskivinnuni, og hitt er stóra fráflytingin. Báðir spurningarnir eru avgerandi fyri búskaparligum vøkstri og harvið møguleikunum at liva og virka í hesum samfelagnum.

Botnfiskaveiðan er so lítil sum ongantíð áður, og tað verður sagt, at samfelagið missir milliarda upphæddir orsaka av, at karmarnir ikku eru teir røttu. Kapasiteturin er ov stórur og vinningurin tískil ov lítil. Nú verður roynt at pjøssa um við at geva óbeinleiðis stuðul við makrelinum. Harvið verður samfelagsliga inntjeningin ikki optimal. Tí er bráðneyðugt at taka allan henda spurningin upp og at vísa rygg til at gera broytingar og tillagingar. Nú beinanvegin!

Tølini í fráflytingini eru ræðandi. Stórur partur av unga ættarliðnum flytir av landinum, og bara ein brotpartur flytir aftur henda vegin. Hetta er størsta avbjóðingin hjá føroysku tjóðini. Løgmaður hevur sagt, at myndugleikarnir taka tann spurningin í størsta álvara, og at stig fara at verða tikin. Sum við fiskinum er einki út at geva. Tað er neyðugt, at løgmaður boðar frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru at steðga fráflytingini. Nú beinanvegin!

Henda samgongan eins og tann undanfarna hevur fokus á, at undirskotið á fíggjarlógini skal minkað og heilt vera burtur í 2015. Tað gongur rætta vegin, og vánirnar valdast bæði um inntøkurnar og útreiðslurnar. Hetta er ein sjuntur, sum tað ber til at skrúva uppá. Um hallið verður burtur eitt ár fyrri ella seinni er ikki altavgerandi, um politiski myndugleikin megnar at seta út í kortið soleiðis, at tað munar í fiskivinnuni og hvat fráflytingini viðvíkur. Nú beinanvegin!