Frá fiti til fitness

- Eg tímdi ikki longur at vera tann, sum einki orkaði og altíð hevði pínu í kroppinum, men eg valdi fyrst og fremst at tapa meg fyri børnini. Sum foreldur vil eg vera ein fyrimynd. Soleiðis sigur Tina Tórarenni, sum við røttum kosti og nógvari venjing er lætnað 30 kilo innan minni enn eitt ár. Í dag er hon venjari í fitness

Hjartabankan, sveittabrot, pína í knøunum og rygginum og lágt sjálvsvirði. Hetta var í nógv ár partur av gerandisdegnum hjá Tinu Tórarenni úr Skúvoy, sum alt tað hon minnist hevur drigist við yvirvekt.

- Tað er ikki fyrr enn nú, at eg dugi at síggja, hvussu stóra ávirkan tey alt ov nógvu kiloini høvdu á meg bæði kropsliga og sálarliga. Tað var ein ónd ringrás, sum eg veruliga mátti stríðast fyri at koma úr, sigur 33 ára gamla Tina, sum saman við manni og tveimum børnum býr í Tórshavn.

Fyri minni enn einum ári síðani tók hon avgerð um at leggja lívið um, eta heilsubetri kost og røra seg meir í gerandisdegnum. Ein avgerð sum hevur víst seg at hava broytt lívið hjhá Tinu fullkomiliga.

- Tað hevur verið ómetaliga strævið at koma hartil, sum eg eri í dag, men tað hevur verið tað vert. Alt er broytt til tað betra, sigur Tina.


Altíð ov stór

Tá Tina vigaði upp á sítt mesta, stóð vísarin á vektini og peikaði á talið 90. Hyggur hon aftur eftir sínum gomlu vanum, undrast hon als á, at hon hevur vigað ov nógv.

- Eg havi ongantíð hugsað um, hvat eg skal eta, og hvussu eg eigi at røra meg. Tað hevur líkasum ikki verið partur av gerandisdegnum, fyrr enn eg fyri fáum árum síðani bleiv meira tilvitað um tað, fortelur Tina og heldur fram:

- Nú tá eg hugsi um tað, so havi eg meir ella minni altíð vigað ov nógv. Eisini sum barn var eg tjúkk, men tá bleiv bara sagt, at hatta var hvølpafiti, sum nokk skuldi fara av aftur. Men tað gjørdi tað ikki. Tvørturímóti, sigur Tina.

Hon heldur, at tað í ein ávísan mun eisini hevur havt eina ávirkan, at hon ikki hevði møguleika at ganga til nakran ítrótt, tá hon var barn.

- Eg eri uppvaksin í Skúvoy, og har var eingin ítróttur, sum mann kundi ganga til. Eg hevði sjálvandi ítrótt í fólkaskúlanum, men tað var bert eini tveir tímar um vikuna, sigur Tina, sum tó leggur dent á, at ósunnu matvanarnir eru høvuðsorsøkin til hennara vekttrupulleikar.


Vektin tyngdi sálarliga

Eitt er, at Tina upp á fleiri mátar merkti á kroppinum, hvussu tey ov nógvu kiloini ávirkaðu bæði vøddar og liðir, men eitt annarð er, at yvivektin í stóran mun eisini tyngdi hana sálarliga.

- Teir tankarnir, sum eg hevði um meg sjálva, vóru ómetaliga negativir. Eg fór ikki serliga væl við mær sjálvari, og tað gjørdi eg út frá tankagongdini, sum var, at eg hevði ikki uppiborið betri, sigur Tina, sum helt seg rættiliga nógv fyri seg sjálva, tá hon vigaði mest.

- Eg passaði ikki tey vanligu klæðini, og bara eg gjørdi tað minsta, fekk eg sveittabrot og mátti skifta klæðir. Tá er einki stuttligt at fara út millum fólk. Fór eg út, var tað altíð í stórum, víðum klæðum, greiðir Tina frá.

Hóast stórt fokus hevur verið á heilsu, mati og rørslu seinastu árini, og óteljandi sjónvarpssendingar hava verið um evnið, so hevði tað lítla og onga ávirkan á Tinu.

- Eg havi mangan hugt eftir hesum sendingunum og sagt við meg sjálva, at hatta fari eg eisini at gera. Men veruleikin er tann, at ímeðan eg sat í sofuni og sá, hvussu tjúkk fólk gjørdust klænri fyri hvørja viku, fylti eg meg við sjokolátu, sigur Tina og vísir á týdningin av, at tú sjálv veruliga ynskir at tapa teg.

- Tað er hatta har við at siga við seg sjálvan, at nú geri eg tað, og soleiðis verður tað. Og tú skalt veruliga tíma og ynskja tað, tí tað er strævið. Ótrúliga strævið, sigur Tina.


Hugsaði um børnini

Orsøkin til, at tað ikki var fyrr enn nú, at Tina valdi at gera nakað við sínar vekttrupulleikar, hevur alla tíðina verið tann, at tað er so trupult at broyta vanar og koma úr keðiligu ringrásini.

- Eg át nógv av sjokolátu, kips, bomm og junkfood. Mongdirnar vóru alt ov stórar, tí eg hugsaði ongantíð um portiónirnar. Onkuntíð hugsaði eg, at kanska taki eg uppá av at eta hesa sjokolátuna, men tað tapi eg skjótt aftur, tað er eingin trupulleiki, fortelur Tina og heldur fram:

- Men veruleikin er tann, at áðrenn tú veitst av, er hatta eina kiloið blivið til fleiri. Tá tú ikki passar vanligu klæðini longur, so er tað brádliga einki stuttligt, sigur Tina, sum í fjør valdi at broyta vanar, soleiðis at hon kundi gerast betur fyri.

- Fyri meg hevur tað verið ein spurningur um yvirskot, og tá eg í fjør merkti, at nú hevði eg tíð og orku til at fara undir at venja og hugsa meira um matin, hugsaði eg, at nú skuldi tað verða. Ikki bara var eg noydd at gera hetta fyri meg sjálva, men eisini fyri børnini. Eg vil vera ein fyrimynd fyri tey, og tað var eg á ongan hátt, soleiðis sum eg fór við mær sjálvari, greiðir Tina frá.

Tað finnast óteljandi hættir at lætna, men fyri Tinu var tað umráðandi, at hon kundi tapa seg á ein so nattúrligan hátt sum gjørligt.

- Rørsla og vanliga sunnur matur var tað rætta fyri meg. Einki við at skula á onkran sokallaðan kur í eitt ávíst tíðarskeið ella seta nøkur forboð fyri mær sjálvari. Minni portiónir og so rørsla inn í gerandisdegin, fortelur Tina.

Hon leggur áherðslu á, at hon ikki vil vera fanatisk hvat viðvíkur matinum.

- Lívið er ov stutt til altíð at siga nei til lekrar køkur. Tað snýr seg bara um ikki at takka ja til tað ósunna hvønn dag.


Bleiv fitnessvenjari

Í fjør byrjaði Tina at venja fitness, fekk sær ein persónligan venjara, og so byrjaði hon eisini at eta eftir eini kostætlan.

- Hóast eg havi etið eftir kostætlanini, so vil eg siga, at eg havi etið vanliga, sunnan mat. Eg havi ikki etið so nógv av eitt nú eplum og rísi, men Munurin er, at eg havi eti fleiri ferðir um dagin og minni portiónir til hvørja máltíð. Og so venji eg umleið tríggjar til fýra ferðir um vikuna, greiðir Tina frá.

Broytingin hendi tó ikki frá einum degi til annan.

- At byrja við vandi eg tvær ferðir um vikuna, og so líðandi blivu broytingar gjørdar í kostinum. Tað var ikki soleiðis, at eg droppaði alt tað ósunna alt fyri eitt, tí tað hevði eg ongantíð klárað, sigur Tina, sum rættiliga skjótt merkti broytingarnar.

- Alt fór bara at kennast lættari, og pínan í knøunum, sum eg í nógv ár havi drigist við, hvarv spakuliga. Klæðini byrjaðu at hanga á mær, og brádliga slapp eg í buksur, sum eg ikki hevði kunnað brúkt leingi. Tað gav mær árræði til at halda fram, sigur Tina.

Í dag kennir hon seg so mikið væl, at hon sjálv er farin at undirvísa í fitness.

- Eg havi fingið tað so ótrúliga gott, síðani eg broytti kostvanar og fór undir at røra meg, og tað vil eg fegin, at onnur fólk eisini skulu uppliva. Tað, at ein sum eg, nú kann hjálpa øðrum, sum eru í støðuni, eg var í, vóni eg kann geva íblástur, sigur Tina.

Ongar stórar buksur ella víðar blusur eru at finna í klædnaskápinum longur. Heldur ikki sum eitt minni um tey nógvu kiloini.

- Øll tey stóru klæðini eru koyrd út úr húsinum, tí eg skal ongantíð í tey aftur. Tað er heilt víst, sigur Tina.