Føroya Tele bjóðar nú øllum, sum hava fartelefon hjá Føroya Tele, at ferðast frítt á Facebook við at fara inn á 0.facebook.com
Facebook hevur rættiliga fingið undirtøku millum føroyingar.
Útvið 30.000 føroyingar eru á Facebook, og tað man liggja millum ta hægstu nýtsluna í heiminum. Sambært Facebook eru heilt ítøkiliga 28.300 brúkarar, ið hava sett Føroyar sum sín heimstað. Sostatt eru føroyingar saman við íslendingum teir ídnastu facebook-brúkararnir í Norðurlondum.
Facebook verður ofta lýst sum eitt sosialt netverk. Føroyskir brúkarar hava ofta millum 300 og 500 vinir, onkur heilt upp í 1000 vinir, sum vit kenna væl og minni væl. Facebook er sostatt ein háttur at kunna seg við, hvat onnur gera, at samskifta sínámillum, og at siga familju og vinum frá, hvat rørir seg í lívinum beint nú.
? Ógvuliga nógv hava ein profil á Facebook. Samstundis vita vit, at fartelefonin langt síðan er vorðin ogn hjá mest sum hvørjum føroyingi. Nú fartelefonin er vorðin sum ein lítil telda, vilja vit vísa, hvørjir møguleikar eru. Tí hava vit ment eina tænastu, sum ger tað púra ókeypis at nýta eina serliga útgávu av Facebook á fartelefonini, sigur Jónhild Rasmussen, leiðari á Produkt og Marknaðardeildini hjá Føroya Tele.
Facebook 0 (null) er útgáva av Facebook, sum er ókeypis at ferðast á. Fyri at gera síðuna lætta og skjóta eru ongar myndir ella kykmyndir á síðuni, bert tekstur. Sostatt fært tú eitt skjótt yvirlit yvir, hvat fólk skriva, tú kanst dagføra tína støðu, tú kanst vitja síður hjá øðrum, og tú kanst lesa og senda boð, júst sum vanligt í Facebook.
Ferðslan á Facebook 0 kostar tær onki, um tú hevur fartelefonhald hjá Føroya Tele. Tá ið tú ert á síðuni 0.facebook.com er ferðslan frí, so leingi tú ert í Føroyum. Ert tú á síðuni, meðan tú ert uttanlands, rindar tú lokala reikingargjaldið. Vert er eisini at geva gætur, at fert tú av 0.facebook.com, rindar tú vanligan kostnað. Hetta kann vera, um tú trýstir á myndir ella leinki, ið føra teg á aðra síðu, men tá fært tú eina ávaring um, at tú nú ert ávegis av ókeypis síðuni.
Tað eru tveir mátar at fáa fría ferðslu á Facebook hjá Føroya Tele. Tú kanst SMSa ?facebook? til 1441, so fært tú eina leinkju sendandi. Tú kanst eisini lata kagan upp á tíni fartelefon og skriva 0.facebook.com og logga á sum vanligt.
Einans kundar hjá Føroya Tele kunnu nýta tænastuna 0.facebook.com. Skipanin við fríari ferðslu á Facebook við fartelefon verður galdandi í minsta lagi eitt ár.