Fráferðir fækkast

Flogvallarstjóri og flogskipari eru samdir um, at ein nógv longri flogvøllur kann minka um fráferðirnar

FLOGVØLLUR

 
Verður flogbreytin í Vágum longd heilt upp í 1.800 metrar loyvir hetta munandi størri flogførum at flúgva til Føroya. Flogskiparin Hans Hansen heldur, at tað er nóg mikið at fáa flogfør til eini 130 fólk at flúgva til Føroya.  
- Tað er nóg mikið við 130 fólkum. Gerast flogførini enn størri, so fer hetta at merkja færri fráferðir, og tað gongur í síðsta enda útyvir tænastustøðið, sigur Hans Hansen.
Og flogvallarstjórin í Vágum, Finnbogi Niclasen, er samdur við flogskiparanum. Hann grundar millum annað síni sjónarmið á, at flogvøllurin í Aberdeen var longdur til at taka størri flogfør enn 130 fólk, og hetta gjørdi, at tað komu munandi færri flogfør.
Spurdur, um ein longd flogbreyt ikki hevði givið betri møguleikar fyri, at eitt nú tey væl kendu ?low-cost? feløgini fara at flúgva til Føroya, sigur Finnbogi, at hann loyvir seg at ivast í, um tílík feløg hava tann stóra áhugan fyri Føroyum.
- Tað ferðast eini 165.000 ferðafólk um flogvøllin. Hetta tal veksur spakuliga, um eingin samfelagskreppa stingur seg upp. Føroyar eru ein ógvuliga avmarkaður marknaður, sigur Finnbogi Niclasen.
Hóast føroyingar ikki eru nógvir, so eru føroyingar raskir at ferðast loftvegis. Finnbogi Niclasen heldur fyri, at føroyingar mugu næstan eiga heimsmeti í flestum ferðum fyri hvønn íbúgva.