Fráferðin hjá Norrønu framskundað

Orsaka av vánaligum veðurvánum hevur Smyril Line gjørt av, at Norrøna skal fara av Havnini klokkan 8 hósmorgunin og ikki klokkan 17 Norrøna fer ikki av Havnini skírisdag klokkan 17 soleiðis, sum tað er ásett í ferðaætlanini. Í staðin verður siglt klokkan 8.00 skírisdag.

Smyril Line sigur í tíðindaskrivi, at tað eru veðurvánirnar í Norðuratlantshavinum fyri fríggjadagin 21. mars, langa fríggjadag, sum eru orsøkin til, at fráferðin er framskundað. Veðurvánirnar eru heldur ivasamar.

Norrøna skuldi eftir ætlan siglt úr Tórshavn og til Bergen og síðan Frederikshavn kl. 17.00 hósdagin 20. mars.

Smyril Line sigur, at tað verður farið undir kekkinn á kajuni kl. 6.00 hósmorgunin. Ferðafólk verða biðin um at møta á kajuni hálvan annan tíma áðrenn fráferð.

Við Norrønu hendan túrin úr Føroyum fara umleið 600 ferðafólk.