Elmar Højgaard, sum er 70 ára gamal, er farin frá fyri aldur, og nýggjur stjóri er Óli Hans Olsen.
Tað var í 2013, at tilbúgvingarstovnurin MRCC/Tórshavn Radio og Fiskiveiðueftirløti løgdu saman, og Elmar Højgaard gjørst stjóri hjá Vørn.
Tað starvast um 80 fólk hjá Vørn, sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum. Høvuðsøki hjá stovninum fiskiveiðueftirlit og bjarging á sjónum.
Í sambandi við at Elmar Højgaard og Jens Midjord gevast vegna aldur verður skipað fyri almennari móttøku í dag á Hjalla 9 frá klokkan 14 til 16.











