Lassin Isaksen var í nógv ár ein av fremstu dómarunum her á landi. Hann var eisini FIFA-dómari í fleiri ár og dømdi millum annað altjóða a-landsdystir.
Nú eru tvey ár liðin, síðani Lassin gavst at døma á hægsta stigi, men nú eru boð eftir honum aftur. Lassin skal nevniliga døma stórdystin á Norðoyastevnu millum 91-liðið hjá KÍ og dagsins KÍ-lið.
Í hesum dysti fara spælarar, sum mannaðu føroyameistaraliðið hjá KÍ í 1991 at spæla ímóti teimum, sum í dag manna Vodafone-liðið hjá KÍ. Lagt er upp til eitt brak millum gamlar hetjur og ungar leyvur ? og spurningurin er so, hvør vinnur dystin.
Dysturin millum tey bæði KÍ-liðini verður í Djúpumýri sunnudagin kl. 15.00.