Hakan Şükür er ein fótbóltslegenda í Turkalandi, men livur í dag eina tilveru í útlegd í Kalifornia sum Uber-sjafførur, umframt at hann selur bøkur. Sum 48 ára gamal eigur hann ongar pengar, eftir eitt langt lív á toppinum í fótbóltinum.
- Eg havi einki eftir. Erdoğan tók alt frá mær. Rættin til frælsi, framsøgufrælsi og rættin til at arbeiða, sigur Hakan Şükür við týska blaðið Welt am Sonntag.
Ein politisk ósemja við turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdoğan, í samband við kvettroyndina í 2011 kostaði honum dýrt. Hann spældi við feløgum sum Inter Milan, Blackburn, Parma og Galatasaray, men tað var við landsliðnum at hann bleiv ein legenda í Turkalandi.
##med2##
Eftir 112 landsdystir og 51 mál fyri Turkaland fór hann upp í politikk. Hann bleiv í 2011 ákærdur av sitandi forsetanum, fyri at hava verið ein partur av miseydnaði kvettroyndini í Turkalandi. Hakan Şükür mátti flýggja og øll ogn bleiv tikin frá honum.
- Ongin klárar at fortelja mær hvønn leiklut eg skal hava havt. Eg gjørdi einki ólógligt, eg eri ikki ein landasvíkjari og eg eri ikki ein yvirgangsmaður. Eg eri kanska ein fíggindi hjá stjórnini, men ikki hjá turkisku tjóðini, sigur Hakan Şükür.
Hakan Şükür bleiv landahetja í 2002, tá hann sum liðskipari bleiv nummar trý til HM-endaspælið í Japan og Suðurkorea. Sambært greinini í Welt am Sonntag er hann enn høgt virdur millum fólkið í heimlandinum, men er útihýstur av stjórnini.