Í 2014 vann bólkurin Anthony Jasmin donsku X Factor kappingina. Annar sangarin í bólkinum var føroyska Jasmin Dahl, sum er búsitandi niðri. Hin sangarin var Anthony Lopez, og hann hevur nú fingið nýggja tónleikaliga avbjóðing. Hann skal nevniliga luttaka í danska Grand Prixnum í ár.
Eftir sigurin í X Factor innspældu Anthony Jasmin nakrar sangir í USA, og tey vóru eisini á hitlistanum í Danmark. Tað gekk tó bert eitt hálvt ár, áðrenn tey góvust spæla saman.
Síðani hevur Anthony Lopez hildið til í USA og hevur ikki gjørt so nógv við tónleikin. Men nú er hann til reiðar at fara á pallin aftur
- Í X Factor var eg ikki til reiðar at verða solistur, men í dag havi eg eina heilt aðra trúgv upp á meg sjálvan. Eg havi fingið størri sjálvsálit, enn eg hevði, og eri klárur at standa á egnum beinum, sigur 22 ára gamli Anthony Lopez við heimasíðuna hjá DR.
Hann skal syngja sangin Smoke. In My Eyes