Frá Esso til Effo

50 ár í Gundadali:

Í ár eru 50 ár liðin síðan fyrsta servicestøðin í Føroyum læt upp í Gundadali í 1959. Í dag er tað føroyska orkufelagið Effo við nýggja handilskonseptinum Fast, sum myndar bygningin.


Søgan um Effo við nýggja handilskonseptinum Fast í Gundadali byrjar við at oljufelagið Esso bygdi eina servicestøð har. Tá støðin varð liðug í 1959, yvirtók danin Frits Jensen, sum tá hevði bilverkstað í Rættará, støðina, og rak hana í mong ár.


Í 1986 fór Knút P. Jacobsen frá sum stjóri á Esso og yvirtók støðina. Knút gjørdi stórar um- og útbyggingar við at vaksa um sølubúðina og byggja vaskihallir uppí bygningin. Tað var um hetta mundið, at norska felagið Statoil yvirtók Dansk Esso, og Esso í Føroyum bleiv til Statoil. Tá Knút lat støðina frá sær yvirtók Statoil støðina í Gundadali.


Í sambandi við at Statoil herfyri skifti identitet og eitur nú Effo, eru stórar umbyggingar farnar fram, og virksemið er býtt upp í tvey – orka og handilsvørur.