Fuglafjørður: Teir sansa nærum ikki, at ein tíðindamaður og myndamaður frá Sosialinum eru komnir á staðið.
Her ovarlaga í Fuglafirði tykjast teir báðir starvsfelagarnir, Árant og Ólavur at hava úr at gera við at fáa arbeiðið sítt liðugt, bæði skjótt og væl.
Teir eru í ferð við at klæða hesi húsini uttan, eftir at teir hava rokast innanveggja í vetur. Á hesum húsunum hava teir m.a. skift út vindeygu og tikið onkrar veggir niður.
Nú er ikki nógv eftir at gera, og einaferð í næstu viku verða teir vónandi lidnir við hesi húsini.
- Nei, vit koma ikki at ganga fyri einki. Tí ein onnur uppgáva bíðar eftir okkum longu nú, staðfestir Árant Olsen.
Starvsfelagi hansara hevur brúk fyri hjálp í arbeiðinum, og vit mugu steðga prátinum eina løtu.
Árant Olsen, ið er av Toftum, byrjaði at læra hjá Kari í 2001, og fór so niður til Danmarkar eitt skifti. Síðani 2007 hevur hann aftur arbeitt í fyritøkuni.
Innan og uttan
At hava handverkarar gangandi í húsinum, ávirkar sjálvandi lívið innanveggja.
Eigarararnir av húsunum gjørdu tí ikki mætari, enn at flyta niður í kjallaran, meðan menninir hjá Karli Olsen av Saltnesi arbeiddu í erva.
Teir byrjaðu at arbeiða uppá húsini í september mánaði í fjør, og arbeiddu so eitt skifti. Men í januar varð farið undir næsta stig í arbeiðinum, nevniliga at klæða sjálva grundina.
Henda dagin í farnu viku, tá vit vitjaðu í Fuglafirði vóru teir tveir mans til arbeiðis - Árant sjálvur, og starvsfelagi hansara Ólavur Olsen, sum er sonur stjóran í fyritøkuni, Karl.
- Vit vænta at verða lidnir við hetta arbeiðið um einar tvær vikur, segði Árant tá við Oyggjablaðið.
Fýra mans
Summar byggifyritøkur eru stórar, meðan aðrar eru smærri. Tann hjá Karli Olsen hoyrir avgjørt til tær smærru fyritøkurnar.
Teir eru í roynd og veru bert fýra mans í fyritøkuni. Arbeiðið verður skipað soleiðis, at stjórin Karl Olsen tekur sær mest av tí umsitingarliga partinum. Ein av hesum uppgávum er at rokna út og geva tilboð upp á tey ymisku arbeiðini.
Í Fuglafirði arbeiddu sum nevnt Árant og Ólavur, meðan tann fjórði maður beint nú var farin sær ein einstakan túr til skips.
Beint áðrenn hesa uppgávuna høvdu teir klætt eini hús á Toftum. Men annars gera teir onnur smærri arbeiðir, sum t.d. viðlíkahald, umvælingar og annað.
Og tað verður júst tað, teir fara í holt við, tá hetta arbeiðið í Fuglafirði er liðugt.
- Tá fara vit út til Runavíkar, har vit skulu skifta vindeygu út í einum húsum, sigur Árant Olsen.
Mest
lokalt
Teir hjá Karli Olsen hava gjørt nógv ymisk arbeiði kring landið, m.a. í Havn, Toftum og Fuglafirði.
Men flestu arbeiðini eru tó gjørd í Eysturoynni, serliga kring Skálafjørðin.
Umframt hetta leigar hann eisini út forskallingar og stillads.
Fylgir
árstíðini
Flestu handverkar hava sannað, at í teirri myrku árstíðini er minst at gera. Men tá tað fer at vára aftur og spíra, kemur eisini gongd á handverkaravinnuna.
Hetta sama hava teir hjá Karli merkt. Nú vit eru komin væl inn í apríl mánað, byrja fólk eisini at hugsa um, hvat gerast kann ella skal við húsini.
- Tað vísir seg eisini, at tá hava øll brúk fyri góðum timburmonnum, sigur Árant Olsen við einum brosi.