Jan Christiansen
Býraðslimur fyri Fólkaflokkin
Nýggj skúlalóg er samtykt, ið m.a. sigur, at gamla skipanin, við eini skúlanevnd í kommununi, skal broytast, so at hvør skúli hevur eitt skúlastýri ístaðin. Eftir árskiftið verða átta komunalir skúlar í Tórshavnar kommunu, og skulu hesir hava hvør sítt skúla-stýri við 9 fólkum. Tað merkir, at 72 fólk skulu veljast í hesi góðu skúlastýri, ístaðin fyri verandi skipan, har 5 fólk eru vald í skúlanevndina, ið er fyri allar skúlarnar í kommununi.
Tað er heilt ófatuligt, at slíkt skal koma fyri. Ein far tað fatan, at landsins myndugleikar tilvita royna at blása upp umsitingina av samfelagnum, vit liva í. Skipanin, við fólkavaldari skúlanevnd, er foreldranna trygd fyri at skúlagongdin hjá børnumum er á tryggum støði. Samarbeiði mill-um skúla, foreldur, skúlanevnd og býráðið hevur roynst sera væl. Skjótt og lætt eru spurningar vornir greiddir partana ímillum, og harafturat hevur verandi skipan ikki kosta nógv at umsita. Nýggja ætlanin við átta skúlastýrum, hvørt við níggju fólkum, fer at geva skúlastjórunum og serliga býráðnum stórar eyka arbeiðsbyrðar. Hesi eyka ar-beiði saman við fundarpeningi til 72 fólk, fer at kosta kommununi fleiri hundratúsund óneyðugar krónur um árið.
Býráðið eigur beinanvegin at heita á Løgtingið, um at broyta nýggju skúlalógina, so at kommunur við meira enn tí eina skúlanum, skulu kunna varveita verandi skipan við einari fólkavaldaru skúlanevnd.










