Frádrátturin munar lítið

Hóast tað er vinnumálaráðið, sum umsitur arbeiðsmarknaðarmál – herundir serstaka handverkarafrádráttin – so er hetta eisini eitt mál, sum rakar lógarverkið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Og tá frádrátturin verður havdur á lofti, tykist Bárður Nielsen at hava eina avgjørda meining.
- Handverkarafrádrátturin er til, tí talan er um nakrar eykaútreiðslur, tá arbeitt verður uttanlands. Eitt nú til mat og uppihald. Og tí ber illa til uttan víðari at strika hendan partin.
- Samstundis haldi eg ikki, at hetta er eitt mál, sum hevur tí heilt stóru ávirkanina á arbeiðsmarknaðin. Kanska kanst tú tosa um eina ávirkan, um tað eru handverkarar, sum areiða uttanlands fyri føroyskar arbeiðsgevarar, tí tá er talan eisini um dag- og náttarviðbót. Men tær reglurnar eru jú eisini galdandi fyri arbeiði innanlands – bæði í Føroyum og aðrastaðni. Til sammetingar kann nevnast, at ein handverkari úr Esbjerg fær ein størri frádrátt enn ein føroyingur, um arbeitt verður í Keypmannahavn, so eg trúgvi ikki, at tað ver at linka um trýstið á arbeiðsmarknaðin, um vit fara at gera inntriv í hendan, sigur Bárður Nielsen.