Í ÍtróttarSosialinum ummæla og vísa vit javnan til filmar, dokumentarar og bøkur, sum hava við ítrótt at gera. Bæði føroyskan og útlendskan ítrótt. Nú føroyskur fótbóltur og partar av ítróttarheiminum byrja at venja aftur, so fer In.fo at geva tykkum nøkur góð ráð at stytta um tíðina til ítrótturin aftur fer í gongd.
Síggj dokumentarin á DR.dk við at trýsta HER
Vit byrja við dokumentarinum “Diego Maradona”, sum kann síggjast á DR.dk. Hetta er ein dokumentarur hjá Asif Kapadia um Diego Maradona og tíðina í Napoli. Asif Kapadia er maðurin handan frálíka dokumentarin um Ayrton Senna við heitinum “Senna”. Eisini hesa ferð er talan um avbera áhugaverdan og væl gjørdan dokumentar.
Longu í innganginum er greitt, at Asif Kapadia, eins og við Senna, hevur fatur á rætta endanum. Talan er um nógvar sjónbandamyndir, sum ikki hava sæð dagsins ljós fyrr. Og her dugur Asif Kapadia eisini at lata myndirnar tosa. Tá tosað verður við fólk, sum luttaka í søgugongdini og á myndunum, er tað bara røddin, ið kemur fram. Tað gera at tú ongantíð hoppar í tíðarlinjuni og ert til staðar. Tú er allatíð saman við Diego Maradona. Tó eru nøkur hopp til barndómstíðina, men tær geva dokumentarinum nógv. Antonio Pinto hevur gjørt ljóðmyndina, sum spælir væl saman við myndum og stemninginum.
##med2##
Dokumentarurin er eisini væl uppbygdur. Tú sleppur tætt at Diego, sum er drongurin í slummuni í Argentina, og tú sleppur tætt at Maradona, sum er spælarin og mýtan, ið má verja seg móti øllum áhuganum og áganginum.
Dokumentarur byrjar við fyrsta degnum hjá Diego í Napoli, har hann er umgridur av viðhaldsfólki og fjølmiðlum. Hann endar, tá Maradona einsamallur og hataður, við kokain í blóðinum og longum leikbanni, fer av flogvøllinum í býnum, har hann fór frá at verða hetja til skálk upp á seks ár.
Í eftirmetingini í ÍtróttarSosialinum verður mælt til, at um tú hevur nakran sum helst áhuga fyri fótbólti og kennist við Diego Maradona, so er hesin filmurin verdur at síggja og verður settur á listan hjá In.fo.