Tá ið ein 36 ára gamal maður 15. juni í ár varð funnin sekur í at hava neyðtikið eina unga kvinnu, reyk hann upp úr stólinum og kærdi dómin á staðnum. Dómurin var fongsul í hálvt annað ár.
At hann kærdi, hevði við sær, at hann skuldi sita varðhaldsfongslaður, til landsrætturin tók málið upp.
Tískil hevur hann sitið í Mjørkadali, líka síðan hann varð handtikin 26.mai, í fimm mánaðir. Eitt skifti noyddist hann at sita í Vestre Fængsel í Danmark. Tað var meðan Paul Watson var í Føroyum, og varðhaldið noyddist at hava nakrar klivar tøkar, um onkrir samanbrestir fóru at vera.
Eftir dómin í Føroya rætti fekk maðurin sær nýggjan danskan sakførara, og kanska var tað hetta sum gjørdi, at Eystari landsrættur frídømdi mannin. Ákærin var eisini ein annar.
Málið snúði seg um, at maðurin eitt kvøld var farin í býin í Havn, og saman við øðrum hevði hann drukkið nógv.
Tá ið vertshúsið læt aftur, fór hann saman við fimm øðrum fólkum heim til tveir menn at ballast víðari.
Klemmaðust
Tann unga kvinnan, sum meldaði hann fyri neyðtøku, greiddi frá, at hon als ikki hevði havt áhuga í manninum, men nøkur vitni søgdu nakað annað. Eitt nú høvdu hon og maðurin sitið og klemmast í hýruvogninum. Tað segði hýruvognsførarin.
Eitt annað vitni segði, at tá ið tey komu inn í húsini at ballast, hevði gentan sitið og kávað uppi á manninum, og hetta vitni hevði biðið tey fara onkra aðrastaðni. Fleiri rúm vóru í húsunum. Hon tímdi ikki at síggja upp á tey.
Eitt vitni segði, at gentan longu á vertshúsinum hevði víst áhuga fyri manninum. Hon hevði sagt við hetta vitni, ein vinmann, at hon var øvundsjúk, tí hann tosaði við aðrar kvinnur.
Annars vóru vitnisfrágreiðingarnar mótstríðandi, tí næstan øll vitnini høvdu verið so full, at tey mintust lítið og einki. Og summi mintust skeivt.
Eitt skrýggj
Ein genta, sum var blanka edrú, hevði verið á loftinum, tá ið hon hoyrdi eitt skríggj av vesinum, har tann nú frídømdi maðurin og hin gentan vóru farin innar.
Onnur fóru inn at vita, hvat var áfatt. Gentan segði einki, og hann segði, at einki var áfatt.
Nær hetta skríggið kom, var ógreitt, tí vitnisfrágreiðingarnar vóru so ymiskar.
Gentan varð í rættinum tráspurd, hví hon ikki rímdi út av baðirúminum, tá ið hurðin ikki var læst, og vinfólk hennara sótu stutt frá.
Hon svaraði ikki rættiliga. Hon hevði verið bangin, segði hon.
Hon segði eisini, at hon fyrst hevði ringt eftir bili, men tá ið hon kom út, var bilurin farin, og hon prajaði tí ein annan.
Hetta samsvaraði ikki við tað, sum onnur søgdu. Hon var farin við tí bilinum, sum hon hevði ringt eftir, Hon hevði biðið um at fáa júst tann bilin, tí maðurin, sum koyrdi, var ein fyrrverandi sjeikur hennara.
Vitni hava eisini sagt, at gentan og frídømdu maðurin høvdu sitið uttanfyri, meðan hon bíðaði eftir bilinum.
Haraftrat bar als ikki til at praja ein bil uttan fyri húsini, tí tað var blindgøta.
Beit mannin
Sum frídømdi maðurin greiddi frá, var gentan mitt í øllum farin at býta frá sær. Tað gjørdi hon bókstaviliga, tí hon beit hann bæði í andlitið og í bringuna.
Gentan fór við hýrivogninum til politistøðina. Har sat hon og prátaði og segði, hvat var hent, men hon vildi kortini ikki melda.
Seinni um dagin fór hon aftur á politistøðina og meldaði.
Hon segði í rættinum, at hon hevði ikki álit á politinum. Hon var misbrúkt sum barn, men maðurin gekk fríur. Hon hevði eisini áður meldað neyðtøku, men varð ikki tikin fyri fult.
Kundi verið farin
Eystari landsrættur valdi at trúgva manninum og frídømdi hann fyri neyðtøku.
Rætturin legði millum annað til grund fyri frídømingini, at gentan hevði havt fleiri møguleikar at rýma av vesinum, um hon vildi sleppa út.