Frá Champions League til U17

Tað er ikki smávegis spælarar, sum eru við til EM fyri U17 landslið

Moise Kean, sum er áleypari hjá U17 landsliðnum hjá Italia, er ein av fýra, sum hevur spælt Champions League fótbólt í sama kappingarári, sum hann hevur spælt EM fyri U17 landslið.

 

Italski áleyparin spælir til dagligt við italska stórfelagnum, Juventus. Har er hann skiftur inn nakrar ferðir í ár. Millum annað í Champions League dystunum móti Sevilla. Hann skoraði sigursalið móti Kroatia í fyrsta dystinum í bólkaspælinum, men mátti so aftur tl Juventus, sum spældi móti Torino. Hann verður við aftur, tá italia skal spæla seinasta dystin í bólkaspælinum.

 

Hinir tríggir, sum hava spælt í Chamapions League sama ár, sum teir hava spælt U17 EM eru Alen Halilović, sum í 2012/13 spældi fyri Dinamo Zagreb og Kroatia, Kenneth Zohore, sum i 2010/11 spældi við FCK og Danmark, umframt Jack Wilshere, sum í 2008/09 spældi við Arsenal og Onglandi.

 

Yngsti maður nakrantíð í Champions League er Céléstine Babayaro úr Nigeria, sum fekk debut í kappingini í 1994 við Anderlecht. Tá var hann 16 ár og 87 dagar. Moise Kean er 16 ár og 267 dagar gamal.