Reidar Nónfjall
???????????????
Krøv kontra avmarkað tilfeingi
Krøv av ymiskum slag verða ofta at seta í eitt krav-veitara samanhang, tvs. avsendarin av einum kravi má hava ein móttakara til kravi, Vanliga kosta krøv ella hava ein prís - og tað er eisini galdandi fyri krøv frá brúkarum til eina almenna skipan.
Um so er, at talið á brúkarum, sum seta fíggjarlig og tænastulig krøv til tað almenna, verður ov stórt ella hækkar nógv, verða tað lutfalsliga ov stórar útreiðslur, sum koma at tyngja landsbúskapin í mun til inntøkur frá teimum, sum arbeiða og gjalda skatt og avgjøld.
Tað, sum annars ávirkar vavi á krøvunum til almennar tænastur er:
-Ókeypis tænastur og tí nærmast óendaligur eftirspurningur
- Individuellir tørvir skulu uppfyllast - kostnaðarmikið, trupult at stýra og er vandamikið fyri rættartrygdina
Tað kann vera áhugavert, at ímynda sær eitt kravveitara samanhang, har 4 brúkarar krevja betri og nýggjari tænastur og 6 sum royna at klára seg sjálvan, men hesir skulu eisini gjalda fyri betri og dýrari tænastu til teir 4 brúkararnar. Gongdin innan tað almenna í Føroyum er heilt greið, at tað verða lutfalsliga fleiri og fleiri persónar, sum seta krøv um betri og nýggjar almennar tænastur og nýggir bólkar koma til. Hetta kann hava við sær, at arbeiðandi fólk heilt einfalt velja arbeiðspláss í øðrum londum, har skatturin er lægri.
Leiðsla og organiseringin av tí almenna
Tað eru seinastu árini framdar stórar umleggingar og útbyggingar av almenna umsitingarliga bygnaðinum, herundir valdsforskjótingar frá politikarunum til embætisfólkini. Henda valdsforskjóting kemst ser-liga av tí, at ov nógvir politikkarar hava væntandi innlit og fakligan førleika at røkja politisku uppgávuna á sínum øki. Nakrir politikarar velja tí at taka avgerð um so lítið sum gjørligt og fremja tí onki, heldur enn at fremja nakað, sum kann elva til móttstøðu og eitt sindur av øsing frá einstaklingum.
Samfelagið í dag er kompliserað og tí krevst politikarar, sum skylja og duga at stýra í einum slíkum samfelag. Tað er ikki nógv mikið hjá politikarunum at megna dagliga raksturin av samfelagnum - í dag er tað eitt krav frá vinnuni og borgarunum, at politikkarar megna at fremja neyðuga tillaging og menning.
Samfelagið og vinnan hava krav uppá professionel embætisfólk, men eisini professionellar politikkar, annars steðgar tillagingin og menningin upp (at vera politikari er eitt lønt starv).
Leiðslan innan tað almenna er seinastu árini eyðkend við nógvari regul-stýring: Hetta kann síggjast í mun til tíðina fyri 20-30 árum síðani, tá vit so at siga ongar reglur og professionella stýring høvdu innan tað almenna. Tað eigur kortini at ansast eftir, at politikkarin, vinnan og borgarin ikki kvælist í reglum og at reglur ganga fram um mál og úrslit fyri at yvirliva. Spurningurin er, um vit brúka reglurnar til nakað sum helst, tá vit uppliva til dagligt at onki álíka-væl fær avleiðingar.
Politikarar eiga, sum áður nevnt at skapa karmar. Hetta merkir at áseta virðir, tilluta og býta tilfeingi, áseta meginreglur o.a. Um so er, at samfelagið skal mennast og altjóðagerast, er neyðugt, at føroyskir politikar arbeiða nógv meira strategisk ella framtíðarrætta. Hetta merkir ikki, at politikarin skal skapa óstabilitet, men heldur duga at planleggja og menna organisatorisku skipanina og fremja neyðugar broytingar stigvíst. Í hesum sambandi er neyðugt við broytingarleiðslu, tvs. ein politisk leiðsla, sum megnar at definera uppgávur av nýggjum, fremja bygnaðar-broytingar, broyta tilgongdir og skapa eina mentan í umsitingini, sum hevur forstáilsi fyri góðari og effektivari tænastu.
Politikarar hava skyldu vegna borgaran at seta avmarkingar og eiga at duga at greiða fólkinum frá hesum - tað eru nógv fólk og felagskapir í hesum samfelag, sum sóknast eftir, at settar verða avmarkingar og greið mál á týðandi økjum.
Settir eru seinastu árini nakrir bólkar við fólkum frá almennu umsitingini til at fremja møguligar rationaliseringar innan tað almenna. Men vert er at leggja til merkis, at hesir bólkar eru mannaðir við fólkum frá skipanini sjálvari - og alt ov fá fólk við royndum innan professionella organisering, rakstur og planlegging í privatum ella almennum fyritøkum. Úrslitið er m.a., at almenni sektorurin enn livir sítt egna passiva lív og verður ov ineffektivur og kostnaðarmikil.
Virðisleiðsla
Tað hevur avgerandi týdning fyri at náa úrslit í samfelagnum, at undirtøka fæst í vinnuni og millum fólk fyri tí politiska leiðsluarbeiðinum. Í hesum sam-bandi noyðist politiska skipanin at senda út boðskapir, um hvørja kós vit fara at seta og hvørji virðir avgerðirnar hjá løgtinginum, landsstýrinum og landsumsitingini, almennum stovnum og kommun-unum eru grundaðar á.
Avgerðirnar eiga td. at verða grundaðar á opinleika, rættvísi, altjóðagering, bestu vitanina, menniskjalig virðir av ymiskum slag, góðsku, professionalisma o.a.
Tað eigur at verða samanhang millum høgtflúgvandi politiskar visiónir og ítøkjuliga planlegging, mál og úrlist.
Politiskir og vinnuligir meiningsmyndarar
Tað er ein floymur av informatión, sum verður latin út í samfelagi. Talan er ofta um informatión, sum onki strategiskt virðið hevur og sum ikki kann brúkast til nakað ítøkjuligt. Harafturat verður informatión brúkt hvør í sínum lagi. Sostatt er neyðugt í øllum hesum informatiónskaos at seta fokus á relvant politisk mál, sum gera mun verða tey nádd, og einari politiskari leiðslu, sum dugir at senda út greiðar boðskapir og seta fokus.
Tað er tí týdningarmikið, at fjølmiðlarnir tryggja, at banalitetir av málum ikki fáa høvuðsyvir-skriftir-nar (tíðinda----flutningurin minnir í fleiri førum meira um slatur), men at settar verða dagsskráir við málum, sum kunnu gera mun í samfelagnum og vinnuni.
Leiðarar ein útdoyggjandi rasa í Føroyum
Ein persónur vísir leiðsluatburð, tá hesin setir sær mál, samskiftir málini á ein forstáiligan hátt og dugur at loysa teir trupulleikar, sum nú einaferð standast av settu málunum. Í løtuni uppliva vit, at politiskir leiðarar og almennir leiðarar annars ikki tora at tosa um, hvørji mál teir ætla at seta og hvørjar meiningar teir hava. Hesin atburður kann skyldast, at starvsfólk og leiðarar sjálvir ikki hava ein professionellan hugburð til leiðslu og eisini vantandi fakligir og persónligir eginleikar. Royndirnar vísa, at vantandi leiðsla skapar ótryggleika og hevur við sær niðurgongd uppá styttri og longri sikt.
Í Føroyum er lønarbygnaðurin av almennum starvsfólkum vorðin eitt klútateppi, sum er við til at skapa stóran ineffektivitet í skipanini og tiltrekkir fólk, sum ikki hava rætta førleikan í allar mátar. Tann dovni og raski, tann við stórari ábyrgd og ongari ábyrgd, tann eldhugaði og útbrendi - øll fáa so at siga somu løn. Sostatt er ongin sum helst framdrift innbygt í skipanina - ov nógvir føroyskir politikkarar brúka hesa skipanina í okkara lítla samfelag til at tosa við breiða fleirtali av sínum veljarum og tí má tað almenna gjalda prísin hetta kostar í ineffektiviteti.
Almenna umsitingin eigur í størri mun at skipast við málrættaðum og effek-tivum leiðarum, vældefineraðum uppgávum, einfaldum bygnaði og færri, men dugnaligum starvs-fólkum - úrslitið verður nógv betri og bíligari tænasta.
Búskaparpolitisk mál og amboð
Tað er í løtuni ikki gjørligt at síggja, hvørji búskaparpolitisk mál landsstýrið hevur sett sær og hvussu fíggjarpolitisku amboðini verða brúkt.
Búskaparpolitisku málini eru vanliga:
?Búskaparligur vøkstur (nýggjar vinnur, økt produktión, virðisøking o.a.)
?Øll í arbeiði (burtursæð frá td. friktiónsarbeiðsloysi og konjunkturarbeiðsloysi)
?Prísstabilitetur (lág inflatión)
?Javnvág á gjaldsjavn-an-um
?Umhvørvi - herundir umsitingin av okkara til-feingi.
Tað ber ikki til at náa øllum hesum málum til fulnar samstundis. Tí má gerast eitt politiskt val og raðfesting útfrá galdandi fortreytum, um hvørji av málunum eiga at veljast og raðfestast ovaligari enn onnur og innan hvat tíðskeið. Øll í arbeiði merkir td. trýst á prísstøðið og kann elva til inflatión og tí versandi kappingarføri o.a.
Í Føroyum er nakað, sum bendir á, at vit komandi árini fáa eitt strukturelt arbeiðsloysi, tvs. har tað ikki uttan víðari ber til at flyta fólk úr einari vinnu í eina aðra. Hetta eigur tað almenna at taka hædd fyri í langsiktaða fíggjarpolitikkinum, eitt nú at steðga stuðli til vónleys projektir og skipanir, men heldur skapa betri karmar og skipanir, fyri eitt nú íverk-setarar, sum kunnu skapa nýggjar útflutningsvinnur.
Nøkur av málunum taka longri tíð enn onnur at gjøgnumføra, og ymiskt er, hvørji amboð eiga at brúkast til at náa málunum. Skal td. tað almenna seta gongd á búskaparliga vøksturin og nær, hvussu leingi, á hvønn hátt og í hvussu stóran mun.
Hetta eru tey generellu málini, sum onnur deilmál eiga at setast útfrá. Hetta merkir, at skal tað almenna td. verða við til at skunda undir búskaparligan vøkstur kann hetta gerast við selektivum skipanum og tiltøkum, sum møguliga kunnu avmarkast og avtakast eftir tilætlað úrslit. Tryggjast kann, at bara almennar lønartungar íløgur verða settar í verk, sum skapa nógv arbeiðspláss og fortreytir fyri at menna verandi og nýggjar vinnur.
Fíggjarlógin er høvuðsamboðið hjá politisku myndugleikunum at útinna ætlaða búskaparpolitikkin. Á fíggjarlógini eigur td. at síggjast, hvussu útreiðslubygnaðurin hjá tí almenna politisk verður ásettur og hvørji mál eru sett til inn-rættingina av almenna sektorinum uppá stytri og longri sikt. Fíggjarlógin skal eisini vísa og innihalda mál um, hvussu landið útvegar sær inntøkur í løtuni og uppá longri sikt. Tað hevur lítið við fíggjarpolitikk at gera, tá tosað verður um at gera Landssjúkrahúsið liðugt í 2004, ella veita eykajáttan til musikkskúlan í 2004.
Tað eru hundratals kontoir á fíggjarlógini, sum ávirka búskaparligu gongdina hvør í sínum lagi ella hava onga tænastuliga ávirkan ella eru óneyðugar. Tí er neyðugt, at tað fyrst verða løgd nøkur mál fyri búskaparpolitikkin, og at hetta sæst aftur í innihaldinum í árligu fíggjarlógini og tí planlegging, sum fer fram í tí sambandi, og síðan tí stýring sum byrjar 1. januar á hvørjum ári. Tað fyriliggur í Føroyum eitt nú ongin langsiktað rakstrarætlan og íløguætlan fyri land og kommunur, sum politiskt verður fylgd. Eitt valskeið er ikki nóg mikið at arbeiða útfrá í einum samfelag og einari dynamiskari umverð.
Verksetaramentan í Føroyum
Vit liva í einum samfelag, har vit øll higartil eru meira og minni tryggjað búskaparliga, sosialt og í aðrar mátar. Hetta hevur verið við til at taka áræði og dirvi frá einum størri og størri parti av íbúgvunum ella fólkinum til at taka initivativ til at skapa nýggjar vør-ur og tænastur ella íverksetaravirksemið í heila taki.
Tað sæst eisini týðuliga aftur, at hvørja fer vinnulig tiltøk skulu setast í verk í Føroyum, verður landsstýrið ella politiski myndugleikin nevndur, sum eitt ella annað gandaorð ella lopfjøl til eina succes. Men hvørja fer hevur tað víst seg, at jú meira politiski myndugleikin hevur verið íblandur jú skjótari og størri fiasko - bæði uppá styttri og longri sikt.
Avleiðingin av, at tað almenna aktivt luttekur við at eiga og reka vinnuligt virksemi, fæstlæsir skipanir, sum annars kundu ment seg nógv meira og skapar líkasælu. Tað almenna er við sínari alt ov stóru luttøku í vinnulívinum við til at forða fyri einum optimalum og skilagóðum býtið av tilfeinginum í samfelagnum.
Tað almenna eigur at skapa góðar karmar fyri verksetarar og vit eiga øll at broyta hugburð frá at fata verksetarar, sum fólk, ið vilja "skora kassan", til fólk, sum skapa nýggj arbeiðspláss og inntøkur.
Skapan av nýggjum vørum og tænastum er kapitalkrevjandi. Viðmerkjast kann at lágur skattur her hevur minni ella ongan týdning fyri ein nýbyrjaðan verkseterara enn hvat kapitalur hevur. Er talan um td. vitanbaseraða nýskapan, er talan ofta um 3-5- mió. kr. í kapitali pr. verkætlan, sum skal til fyri at gera klárt til at selja á einum marknaði. Sìðan kemur ofta langa tíðin tað tekur at treingja inn á ein marknað ella verkætlanin endar við fiasko og peningur mistur. Sostatt er neyðugt at skapa atgongd til váðafúsa fígging og íleggjarar. Harafturat er neyðugt, at vinnuliga nýskapanin í stóran mun fer fram úti á fyritøkunum sjálvum og við professionellum leiðslum og starvsfólkum.
Nýggj politisk evnir á skránna
Tað er týdningarmikið, at løgting og landsstýrið senda greiðar boðskapir til vinnuna og húsarhald um, hvørja politiska og búskaparliga kós samfelagið eigur at seta. Harafturat eigur politiska leiðslan at greiða frá, hvussu samfelagið best tilrættaleggur allar tær almennu skipanir, sum skulu verða við til at skapa eitt vælvirkandi og framtíðartryggjað samfelag.
Altjóða samstarv er ein avgerandi fortreyt fyri framhaldandi menning av samfelagnum. Í altjóða høpi er tað ongin, sum av sær sjálvum hjálpir okkum, men tað er upp til okkum sjálvi at samstarva og at skapa samstarv.
Politiska skipanin og vinnan í Føroyum eiga saman at seta nýggj mál á dagskránna. Uppskot um dagskrá og mál til støðutakan:
Organisering innan tað almenna
?Rollan hjá landspolitikkarum nú vit skriva 2004 í einum kompleksum samfelag og við altjóða samstarvi
?Nýggjar organisatiónformar fyri almennar stovnar
?Bygnaðarbroytingar
?Tillaging av uppgávum hjá tí almenna til vinnuliga virksemi
?Hvussu skulu vit innrætta samfelagið við nýggjum fortreytum, herundir privatisering
?Endurskoða kostnaðarmikla og ótíðarhóskandi lóggávu
?Nýggir formar at samstarva og organiserað seg uppá
?Orða ein framtíðar orkupolitikk og fremja bygnaðarbroytingar í SEV, herundir í mest møguligan mun lata privatum orkuveiting og annars avtaka óneyðugar tænastur hjá stovninum
?Fremja bygnaðarbroytingar á Postverkinum, herundir í mest møguligan mun lata privatum alla koyring og annars avtaka óneyðugar tænastur hjá stovninum
?Avtøka av óneyðugum almennum tænastum
Vinna - framleiðsla
?Skapa avbjóðandi arbeiðspláss soleiðis, at vit ikki fáa eina sonevnda "heilaflíggjan" til okkara granna-lond
?Nýggjar og betri verksetaraskipanir
?Fígging - kapitalur til nýskapan og íløgur
?Skatta- og avgjaldsskipanir - gerast einfaldari
?Professionellar og innovativar leiðslur
?Útlendskir professionellir íleggjarar - beina burtur forðingar
?Endurskoða alla vinnulóggávu
Nýskapan - innovatión
?Nýggjur vinnubygnaður - størri og sterkari fyritøkur og samstarv í vinnuni
?Útbúgvingarpolitikkur - veruligi tørvurin hjá vinnuni á útbúgvingum
?Fígging og kapitalur
Útflutningur
?Menning av útflutningsvinnuni
?Savna og flyta stuðulsjáttanir av ymiskum slag til skipanir, sum kunnu menna útflutningsvinnuna
?Altjóða samstarv og vinnulig luttøka í menningarprojektum
?Fyrireiking til oljuvinnu
Búskapur
?Endurskoða alla stuðulslóggávu og lóggávu annars
?Langtíðar rakstrar- og íløguætlan fyri land og kommunur
Politikarar brúka ofta vendingar sum, at vit muga ikki gera ov knappligar broytingar. Til hetta er at siga, at oftast merkir hetta í Føroyum ongar broytingar ella sum ein segði: " in the long run we are all dead" ella hava onnur yvirhálað okkum, soleiðis at vit ikki eru við longur.
Tað eigur í einum lítlum landi sum Føroyar at verða nógv lættari at umgera skilagóðar tankar til orð og síðan til munagóðar handlingar.
Vit uppliva eina alt størri globalisering við opnum landamørkum, fríum marknaðum, nógvari informatión, og at nógvar og skjótar avgerðir verða tiknar. Hetta merkir m.a., at almennar skipanir ella góð forrætningskonsept hava styttri livitíð og tí geva nyttu og pening av sær í nógv styttri tíð enn vit vanliga kenna til. Hetta er tí, at ein fyritøka í td. Kina, USA ella Týsklandi leypandi og knappliga kann selja ein vøru ella tænastu, sum er betri og bíligari enn ein føroysk.
Tað er neyðugt, at politisk leiðsla verður broytt samsvarandi broyttu fortreytunum og krøvunum í samfelagnum, vinnuni og altjóða høpi. Hetta merkir, at tað er ikki nógv mikið hjá føroyskum politikarum at arbeiða við dagligum rakstri og regulstýring. Tað verður alneyðugt, at politiska leiðslan arbeiðir við broytingum og greiðum málum um tillaging (reorganiseringar) og menning (nýggjar skipanir og loysnir).