Reidar Nónfjall
????????
Politiska útgangsstøðið 2004
Politiska skipanin í Føroyum hevur týdning, tá hugsað verður um at skapa neyðugar karmar at virka innan fyri hjá vinnuni, húsarhaldum, borgarum og í altjóða samstarvi. Tað at skapa karmar merkir m.a. at áseta meginreglur, tilluta og býta tilfeingi, áseta prinsippir, áseta bleyt og hørð virðir, ganga undan í etikki og morali og annað. Karmar verða ofta ásettir i lógum og kunngerðum.
Tað, sum eyðkennir politiska arbeiðið í løtuni er, at ov nógv tíð verður brúkt uppá mál, sum ongi mørk flyta og hava ongan týdningin fyri, hvussu vit yvirliva sum samfelag ella sum vinna. Hinvegin hevur landsstýrið eitt samgonguskjal, hvørs innihald oftast verður gloymt og ikki eftirmett. Harafturat verður eitt samgonguskjal samansett í skundi og undir trýsti, og málini eru ofta ógreið og nógv týðandi mál koma ikki við í samgonguskjali.
Landspolitiska dagsskráin seinastu tíðina er td. Forngripasavnið - leiðslutrupulleikar, Sjónvarpið - ongi greið politisk signalir og byggarí fyri 100 mió. kr. skeiv íløga, Útjaðaramenning - leggja almennar stovnar í útjaðaran (onki um vinnumenning), Hernaðarmál - ongar krígsstøður í Evropa og tá kalda kríggi varð høvdu vit onga meining, Vantandi liðugtgerð av landssjúkrahúsinum o.a.
Talan er um selektiv ella einstøk mál, sum verða tikin burturúr heildini og hevja til nakað, sum er út av proportión-um. Eg roknið við, at fjølmiðlarnir ókritiskt seta dagsskránna eftir, hvat politikarar greiða teimum frá. Men hvat við, at fjølmiðlarnir gera eitt uppsøkj-andi fakligt arbeiði og seta á skránna heilt onnur viðkomandi mál, sum liggja óloyst, og annars eftirlýsa politiskar visiónir og avbjóðingar.
Tað kemur ov sjálvdan fyri, at politikarar spyrja eftir, hvat vinnan og borgarin fær fyri tær játtanir, sum veittar eru almenn-um stovunum og umvegis lóggávuna ár um ár. Hvat við avtøku av óneyðugum almennum skipanum og tænastum. Mesta kjakið er um ein játtan er lækka ella hækka við 1% ella 2%, og hetta hendir bara einaferð um árið í desembrr.
Landsstýrið hevur gjørt eitt nú bygnaðarbroytingar innan tað almenna, við at leggja aðalstýrir saman, Úrslitið vísir seg sum oftast at verða, at hesar loysnir ongar sparingar hava við sær, m.a. tí, at fólk skulu varveita sítt arbeiðspláss og enn fleiri verða sett í starv tilsamans í almenna sektorinum. Ein privat fyritøka kann ikki loyva sær at virka á henda hátt og roknað við at yvirliva - spuringurin er um tað almenna í longdini kann yvirliva við hesum mátanum at virka uppá. Tá so sparingar verða gjørdar er tað uttan fyrireikingar og tí við lýggja og pleniklippara og uttan mið og mál.
Tað var áhugavert at lesa eina veljararkanning herfyri um, hvat veljarin helt um higartil arbeiðið hjá samgonguni. Sum heild var veljarin væl nøgdur. Men tað stóð onki at lesa um, hvørji mál talan var um og hvat tað var, sum var gott og minni gott, og hvørji mál liggja óloyst. Sostatt kunnu slíkar kanningar virka sum ein høvdakoddi ella kunnu ikki brúkast í politiska arbeiðinum til input til betringar ella annað konstruktivt. Talan er meira um kanningar, sum eru grundaðar á kenslur og hvat ein dámar ein persón, sum politikara (í mun til verulig avrik).
Ein politisk visión ella eitt mál, sum hevur kravt sera nógva politska orku í skjótt nógv ár, er sjálvstýrismálið. Talan er um eitt samfelagsmál, um tað verður samanborið við eitt nú eina umlegging av einari stórari fyritøku, átti at tikið 8-12 ár at umlagt. Henda meting er grundað á allar tær grundleggjandi broytingar í samfelagnum og kravið um eitt samfelag, sum skal verða bú-skaparliga sjálvberandi - frá td. at hava fingið peningagávur í nógv ár, men hereftir skal stovna nýggjar vinnur og/ella økja framleiðsluna munandi fyri bara at halda verandi vælstandsstøði.
Sjálvstýrismálið eigur tí, út frá einum organisatoriskum og fakligum sjónarmiði, skjótast gjørligt at leggjast í eina fasta og langsiktaða legu, og orka og tíð eigur í størri mun at brúkast at menna hetta samfelag vinnuliga og soleiðis gera samfelagið ført fyri at gerast búskaparliga sjálv-berandi komandi árini.
Ein størri og størri partur av politiska arbeiðinum minnir alt meira um kreativitet uttan implementering og ítøkjulig úrslit. Hetta verður í einum professionellum arbeiðsumhvørvi fata sum ábygdarleyst og skaðiligt. Eitt hugskot, sum ikki kann gerast veruleiki er onki vert - so má eitt annað og betri hugskot til, sum veruliga kann brúkast og geva úrslit.
Tað almenna skipanina er vorðin alt meira ein passiv, defensiv og responsetiv skipan, sum næstan bara reagerar, tá ein órelevant viðmerking verður alment sett fram (lesarabræv) og sum brúkar nógva orku at verja seg, tá kritikkur verður reistur og annars lítið og onki nýtt setur í verk.
Harafturat vísa kanningar, at politisku skipanirnar liggja lægst, tá talan er um broytingar-skjótleika í sambandi við nýskapan í mun til teknologar, vinnuna og húsarhaldini.
Frá borgar til brúkara
Fyri eini 20-30 árum síðani var vanligt, at fólk brúktu orð sum borgari, tá tosað varð um, td. hvat ein átti og hevði skyldu at gera fyri samfelagið. Ein amerikanskur presidentur segði tað soleiðis: Don´t ask what your country can do for you, but what you can do for your country.
Seinastu árini uppliva vit, at tað er vorði alt meira vanligt, at borgarar í almennum samanhangi í staðin fata seg sum brúkarar av almennum tænastum. Tað verður nærmast dyrka, hvat ein kann krevja av almennum skipanum fyri at nøkta sín serliga tørv - nøkur fólk enntá gerast "serfrøðingar" at brúka almennar skipanir av ymiskum slag.
Í sær sjálvum er onki skeivt í at fleiri krevja sín rætt, men trupulleikin er, at tað leggur stórt trýst á teir persónar og virkir, sum skulu útvega inntøkur at gjalda til kommunu- og landshúsarhaldið. Vandi er eisini fyri, at tað gerst eitt stórt fleirtal av íbúgvunum, sum byggja sítt virksemi og atburð uppá kravmentalitet. Harafturat er vandi fyri, at vit fáa eitt ættarlið av fólkum, sum flestu ikki eru motivera at arbeiða, halda ikki avtalur, tilføra ikki góðsku í arbeiðinum, møta ikki væl upp til arbeiðis, kunnu ikki samstarva um arbeiðsuppgávur o.a.
Ein annar vandi við stóra trýstinum á almennar tænastur og kassar, er, at politisku skipanirnar fáa alt størri trupulleikar at gera eitt rættvíst og ráðiligt býtið av teimum peningum, sum knappheit er á og sum við lóg verða inndrignar frá skattaborgaranum.
Spurningurin er, hví kravmentaliteturin ger seg so nógv galdandi í dag. Orsøkirnar eru óivað fleiri. Upprunaliga varð endamálið við almennum stuðulsskipanum uttan iva at hjálpa fólki, sum veruliga vóru illa fyri og tørvaðu hjálp av ymisk slag, sjúkraviðgerð, o.a. Orsøkirnar kunnu verða politiskar og hugburðurin í fólkinum. Harafturat hevur støddin á føroyska samfelangum við sær, at tað verður størri trýst lagt á at brúka vinar- og kenningarpolitikk til at útvega almennar tænastur - eisini sertænastur.
Seinnu árini eru orsøkirnar harafturat, at politikarar brúka almennar skipanir í størri mun til at fáa atkvøður og tryggja afturval - so primitivt er tað. Til seinasta løgtingsval sást hetta týðuliga millum føroyskar politikarar, har ávisur politikari mælti til at skipa lóggávu, sum einans hevði til endamáls at nøkta ein ella annan tørv hjá nøkrum fáum fólkum í einari bygd. Tað fyrikemur nær-um í øllum Dagur & Vika í løtuni, at ávísir landsstýrismenn fyri opnum skýggja býta út almennan pening til serlig endamál og lova nýggjar og kostnaðarmiklar tænastur. Avleiðingarnar eru hægri almennar útreiðslur, landskassahall, hægri skattatrýst, men fyri politikaran kanska nakrar atkvøður og afturval. Tað, sum brúkarin ikki kemur í tankar um, roynir politikarin ofta at uppfinna og marknaðarføra.
Legg til merkis, at tá tú krevur tænastur og pening frá tí almenna ert tú brúkari, men tá tú skalt gjalda til landshúsarhaldið, ert tú skattaborgari. Tú skalt vísa stórsinni, tá tú gjaldir skatt til landshúsarhaldið og verða ósmæðin, tá tú krevur tænstur og pening frá tí almenna.
Búskaparliga útgangsstøðið
Fíggjarliga orkan hjá tí almenna er nógv tengd at vinnuliga virkseminum í samfelagnum. Tí eigur fíggjarpolitikkurin at taka hædd fyri búskaparligu gongdini, úrslitunum og útlitunum.
Tað verður í løtuni víst á vánaligu búskaparligu útlitini og krepputekin í føroyska búskap-inum og onkur frá vinnuni hevur ilt við at skilja, at politikkarar ikki reagaera uppá hetta og við hesum lata sum um, at alt virkar sum tað skal. Tað er ábyrgdarleyst og óprofesseionelt, at ongar reaktiónir og útspæl eru frá politikkarunum. Vantandi politisk útspæl og ongi búskaparpolitisk mál kunnu seta gongd á eina krepputilgongd.
Tað, sum politiska skipanin og vinnan ikki hava nakað boð uppá ella hava fyrireika seg til er, hvussu vit kunnu fyribyrgja slíkum kreppum og hvussu nýggjar útflutningsvinnur kunnu setast á stovn.
Vit hoyra oftandi, at føroyska vinnan skal satsa meira uppá útflutning av kunningartøkni. Higartil hava føroyskar fyritøkur bara innflutt og gjørt risaíløgur í kunningartøkni, tvs. íløgur, sum kunnu samanberast við íløgur í aðrar framleiðslufaktorar, td. starvsfólk, rávørur og maskinur. Tað verða so at siga ongar nýggjar útflutningsvinnur settar a stovn.
Forvæntningarnir til politisku skipanina eru bæði skeivir og hava lítið við veruleikan at gera. Politikkarar skulu ikki spæla vinnulívsfólk, men í staðin skapa karmar fyri menning o.a. Hinvegin skal politiska skipanin ikki roknað við, at fyri tí, at ein vinnupolitikkur er orðaður, ja so kunnu vit føla okkum trygg.
Vinnupolitikkur
Vinnupolitikkurin ásetur spælireglurnar fyri, á hvørjum grundarlag ella undir hvørjum fortreytum føroysk vinna eigur at virka - eitt nú uttan almennan rakstrarstuðul og veðhald. Trupulleikin er bara, at tað gevur onga meining framhaldandi at vísa til ein vinnupolitikk ella spælireglur, tá ov fáir vinnuligir aktørar megna at virka í vinnuni ella ikki síggja fyri sær eina framtíð.
Tað er ikki gjørligt at gera upp, hvørja ávirkan vinnupolitikkurin hevur á nýskapan í vinnuni - heldur hevur hesin politikkur forða fyri, at vit skula uppliva 1980´ini og búskaparkreppuna umaftur 1991-1995 - og alt gott um tað.
Ein møgulig búskaparlig kreppa í komandi tíðum við niðurlegging av arbeiðsplássum á fiskavirkjunum kring landið og ongin laksur til útflutnings komandi 2-4 árini, kann ikki samanberast við kreppuna í tíðar-skeiðnum 1991-1995. Um so er, at arbeiðspláss verða flutt til td. Kina, verður talan um eina strukturella kreppu, tvs. vit fáa tað sera trupult ella verður tað ógjørligt at flyta fólk, sum eru vorðin arbeiðsleyst í fiskivinnuni til aðrar vinnur ella til nýggjar vinnur (ongar veruligar nýggjar útflutningsvinnur eru í løtuni í Føroyum).
Sostatt eigur politiska skipanin saman við vinnuni at seta sær greið strategisk vinnulig mál, heldur enn at halda áfram við fleiri og betri almennum kostnaðarmiklum tænastum. Nýggjar og betri almennar tænastur kunnu heilt einfalt ikki verksetast uttan eina kappingarføra og burðardygga útflutnings-vinnu.
Tað er eisini neyðugt, at aðalstýrini samskipa vinnupolitisk tiltøk og vinnupolitikkin hjá tí almenna - alt annað er uttan virkning í einum so lítlum landi sum okkara.
Føroyar - eitt vælvirkandi demokrati
Føroyska samfelagið er sera lítið og tí koma íbúgvararnir ofta ógvuliga tætt uppá politikkarar - møta viðkomandi á gøtuni, í svimjuhøllini, til fótbóltdyst, í samkomuhúsinum o.a. Hetta er sera gott fyri okkara demokrati og soleiðis verður politikarin partur av fólkinum. Hetta umhvørvið í samfelagnum (vinar- og kenningarpolitikkur) kann eisini hava skaðiliga ávirkan á politiska arbeiði og moralin hjá fólkinum, og á almennar skipanir, sum kunnu misnýtast.
Ein máti at forða fyri hesum er at hava eitt embætisverk, sum kann solda vinar- og kenningarpolitikkin frá grundarlagnum fyri teimum avgerðum, sum takast skulu. Her spæla leiðslurnar í almennu umsitingini ein sera týðandi leiklut, bæði fyri, at umsitingin gerst effektiv og bílig, og fyri, at politikkarin fær eitt veruligt mótspæl, sum í síðsta enda tænir samfelagnum og eisini honum sjálvum best. Hinvegin er tað neyðugt, at føroyskir politikkar, læra at halda eina ávísa persónliga frástøðu til fólki, soleiðis at teir ikki koma til at lívga ávísar bólkar ella persónar, men heldur eiga at tæna heildini og eisini teimum, sum vilja klára seg uttan almennan fíggjarligan stuðul av nøkrum slag.
Fólkagrundarlag í Føroyum
Føroyar eru í altjóða høpi eitt mikroland sæð út frá geografiskari stødd og fólkatali. Hetta hevur m.a. við sær eina røð av avmarkingum fyri at útinna vinnuligt virksemi og seta á stovn nýggjar vitanartungar vinnur.
Tað eigur tí at innganga í ætlanirnar um at skapa nýggjar vinnur, um vit í løtuni hava fólk og førleika í hesum landinum at uppbyggja kappingarførar útflutningsvinnur. Tí eiga vit at taka upp spurningin um loyvi hjá útlendingum at arbeiða og stovna vinnur í Føroyum ella beinleiðis bjóða initiativríkum og dugnaligum útlendingum til Føroya.
Marknaðarligir tvangsformar
Samfelagið er nógv merkt av ymsum formum fyri marknaðarligt tvang, tvs. har tú sum borgari og kundi, følir teg noyddan at fylgja við og eftirgera, hvat fyritøkur, stovnar, leiðarar og onnur siga, at tú má gera og lurta eftir. Talan er um hesar marknaðarligu tvangsformar: tvang til ríkidømi, tvang til vøkstur, tvang til fornýggjan, tvang til informatión, tvang til individualitet, tvang til viðgerð av ymiskum slag, tvang til politiskar ákoðanir o.a.
Sostatt ynskir og roynir marknaðurin at fáa okkum at taka avgerðir, sum í mest møguligan mun verða grundaðar á kenslur og ikki á rationellan hugsunarhátt. Aktørar av ymiskum slag í samfelagnum royna dag og dagliga at leggja okkara egnu avgerðir og dømikraft uppí hendurnar á fólkum, sum ynskja at pro-grammerað okkum til eina individuella ósjálvstøðuggeran og identitetsloysi.
Politikkar eru eisini umgyrdir av fólkum, sum áhaldandi hótta og greiða teimum frá øllum vanlukkum og trupulleikum, sum kunnu henda, um so er, at teir ikki varta upp við teimum bestu og dýrastu loysnunum. Tað er her, at politikarin skal hava eina leiðsluliga styrki og seta av-markingar og fáa sum mest burtur úr givnum tilfeingi.
????????
Framhald í Tinghelluni mikudagin. Tá viðger Reidar m.a.: Krøv kontra avmarkað tilfeingi - Leiðsla og organseringin av tí almenna - Leiðsla og organseringin av tí almenna - Virðisleiðsla - Politiskir og vinnuligir meiningsmyndarar - Leiðarar ein útdoyggjandi rasa í Føroyum - Búskaparpolitisk mál og amboð - Verksetaramentan í Føroyum - Nýggj politisk evnir á skránna.