Fríðborg í ógvusligum ódnarveðri

Eingin av manningini fekk skaða, tá Fríðborg hóskvøldið fekk ein sjógv, sum breyt einar fimm rútar og oyðilegði elútgerðina og tað mesta av brúnni.

FISKIVINNA

 
Tummas Justinussen, reiðari, sigur, at veðrið var so vánaligt, at eingin kundi koma og hjálpa Fríðborg, og tí lógu teir einsamallir í einar 18 tímar, til Havborg kom teimum til hjálpar.
Fríðborg hevði júst verið og landað í Íslandi. Teir vóru staddir nakað suður úr Kappanum á veg til Grand Bank, tá sjógvurin forðaði fyri, at fiskispaurin kundi halda fram.
Havborg er nú farin aftur til fiskiskap, og Fríðborg er á veg til Føroya, her teir væntandi verða týsdagin.
 
 
 
 
MYNDATEKSTUR
 
 
 
Hóast nógv er oyðilagt umborð, megnar Fríðborg at sigla til lands og verður væntandi í Føroyum í morgin