Fráboðanin til ST

 Er tað veruliga ongin klokka hjá løgmanni, sum ringir og sigur, at í hesum leiki er hann drigin upp á tráð? spyr Annita á Fríðriksmørk í sambandi við fráboðanina hjá donsku stjórnini til ST

Annita á Fríðriksmørk

Løgmaður skilir ikki Tjóðveldisflokkin. Hann væntaði, at hesin flokkur, sum tann fyrsti fór at takka honum fyri tað avrik innan sjálvstýrisstríð, sum hann sigur seg hava verið við til at framt. Men gakk! Tjóðveldisflokkurin er í øðini.
Sambandsflokkurin hinvegin er nógv fittari og glaðari. Hann skilir nú málið nøkulunda sum Tjóðveldisflokkurin, og er í hopla. Hann fegnast um, at tað endiliga er fráboðað altjóða samfelagnum, at vit eru ein danskur landslutur, og at ógvusligar forðingar eru lagdar í vegin fyri einum hvørjum framstigi á sjálvsstýrisleið.
Og altjóða serfrøðingar siga, at málið avmarkar okkara møguleika at traðka út í heim sum sjálvstøðug tjóð.
Kortini fegnast løgmaður! Hann sigur aftur og aftur, at vit eru í einum veruleika í løtuni, sum er, at vit hava ríkisfelagsskap og heimastýrislóg.
Skal hann hava rætt í hesum, eigur hann at geva okkum rætt í, at hesin veruleiki ongantíð er alment góðtikin av føroyska fólkinum og ongantíð fráboðaður altjóða samfelagnum, og at júst hetta hevur verið ein styrki fyri okkara rætt at avgera okkara framtíð á sjálvstýrisleiðini. Hetta var m. a. høvuðsstyrkin hjá føroysku samráðingarnevndini í samráðingunum 1998  2001. Men nú er hendan styrkin skerd, tí sitandi samgonga hevur samtykt og heitt á donsku stjórnina (eftir umbøn frá hesi somu donsku stjórn), um at fráboða hvørjar avmarkingar fyri tjóðina liggja í hesum ríkisfelagsskapi.
Kortini sigur løgmaður seg ikki skilja, hví Tjóðveldisflokkurin ikki fegnast í dag. Og heldur uppá, at hetta er júst tað sama sum Tjóðveldisflokkurin stríddist fyri, tá ið hann sat í fullveldissamgonguni.
Men um hetta nú er tað sama, hví stríddist Jóannes Eidesgaard so nógv í móti tí sum andstøðuleiðari, tá ið hann í dag kallar hetta arbeiðið fyri ein stórsigur.
Og hví heldur Jóannes Eidesgaard, at danska stjórnin ikki vildi góðtaka føroysku ynskini tá, tá ið hon fegnast um konstruktiva samstarvið við sitandi samgongu í dag.
Og hví heldur løgmaður, at fullveldisvongurin í Føroyum harmast í dag, meðan Sambandsflokkurin fegnast um, at teirra høvuðsmál er avrika.
Og hví heldur løgmaður, at danska stjórnin hevur verið so altráð eftir, at fingið hetta fyrst góðtikið í løgtinginum, og síðani at fráboðað løgtingssamtykina fyri ST.
Og hví heldur løgmaður, at danska stjórnin sjálv hevur tikið initiativ til, og sjálv (og ikki saman við løgmanni) orðað uttanríkispolitisku heimildarlógirnar. Heldur løgmaður, at tað man verða tí, at danska stjórnin vil hjálpa føroyingum, so teir lættari sleppa úr ríkisfelagsskapinum?
Er tað veruliga ongin klokka hjá løgmanni, sum ringir og sigur, at í hesum leiki er hann drigin upp á tráð!
Danska stjórnin hevur nú fráboðað ST: at vit eru undir donsku grundlógini, og at vit eru Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne. Og hetta kallar løgmaður fyri ein stórsigur fyri føroysku fullveldisgongdina. Og tíðindamaðurin í Útvarpi Føroya spurdi í samrøðu við løgmann heilt ovfarin hendan dagin, um tað so vildi siga, at tað, sum nú var hent, var søguligt? Jú, tað kundi løgmaður so staðiliga vátta!
Men hann gloymdi at fortelja hesum sama tíðindamanni, at í somu fráboðan til Sameindu Tjóða stóð, at Fólkatingið og danska stjórnin hava alt vald á uttanríkispolitikkinum í Føroyum, og at vit ongan avgerðarrætt hava á hernaðar- og trygdarpolitikkinum. Og hann fortaldi honum heldur ikki, at tað í somu fráboðan stóð, at føroyingar ikki kunnu gera avtalur í stríða móti donskum áhugamálum, ella at vit ikki kunnu gerast limir í felagsskapum har Danmark eru limir.
Kortini kom hann til ta niðurstøðu, at fráboðanin var eitt risa framstig fyri føroyskan sjálvsstýrispolitikk.
Ein kann heldur speiskliga spyrja, um hendan niðurstøðan eisini er komin niðrifrá, ella um løgmaður eigur hana sjálvur.