Fráboðanin frá Tjóðveldi

Soljóðandi fráboðan stendur at lesa inni á heimasíðuni hjá Tjóðveldi: Fráboðan

Tjóðveldi hevur um vikuskiftið viðgjørt politisku støðuna, eftir at samgonguflokkarnir komu í minniluta í málinum um fiskidagar, orsakað av at tingbólkurin hjá Tjóðveldi ikki stóð saman.

Floksleiðslan hevði frammanundan gjørt greitt, at megnaði flokkurin ikki at standa saman um eitt slíkt aðalmál, bar ikki til at vera stjórnarberandi á hesum grundarlagi. Hetta stendur flokkurin við.

Tjóðveldi hevur tí gjørt støðuna upp og verið á fundi við leiðararnar í hinum samgonguflokkunum.

Har er boðað frá, at bæði aðalstjórn og 7 tingfólk hjá Tjóðveldi standa aftanfyri samgonguna og tær avtalur, ið eru gjørdar. Samgonguflokkarnir hava á hesum grundarlagi viðgjørt politiska virkisførið framyvir.

Støðan har einstakir tinglimir undirgrava gjørdar avtalur, kann ikki halda fram, tí hetta elvir til ov stóra órógv og vantandi virkisføri í landsstýri og á løgtingi.

Tjóðveldi er tí samt við hinar samgonguleiðararnar um, at løgmaður tekur stig til at bjóða andstøðuflokkunum til samráðingar fyri at breiðka grundarlagið undir samgonguni við tí endamáli at fáa støðug politisk viðurskifti og at fáa framt tey mongu týðandi málini fyri framman.

Vegna Tjóðveldi

Høgni Hoydal

Formaður